Tuesday, December 14, 1999

Eg meini tað: Hvussu heppin kann man vera?

Hmm, hetta er mín seinasta meining í ár, - í hesi øldini, - í hesum ártúsund, fyri at brúka stór orð. So eg kann næstan ikki loyva mær at hava eina “lítla” meining......

Ja, eg kann líka so væl siga tað bart út: Eg haldi, vit eru óvanliga heppin, ja, vit her í Føroyum. Tað er bara alt ov sjáldan, at vit steðga á eina løtu ella fimm og hugsa um tað.
Okkara lítla klettaland er so rokað av møguleikum, at vit ofta ikki síggja skógin fyri trøum.
Lat meg líka gjøgnumhola eini 3-4 av teimum vanligastu argumentunum fyri grenj um okkara land:

Tann mest vanliga orsøkin til grenj, men eisini tann mest “sakleysa”: Veðrið er av hundunum til!
Veðrið er fjølbroytt. Vit fáa ongantíð tíð at blíva troytt av tí. Sjálvt summar og sól kann verða troyttandi í longdini, og ein góð ódn, sum ruskar hárið og sinnið, er ikki altíð so galin at seta tankarnar á pláss......

Ein líka vanlig: Vit eru langt burturi frá øllum, her gloymd úti í Norðuratlantshavi!
Men hvat við at venda tí á og siga, at vit so eru so mikið nógv frælsari til at gera sum okkum lystir, og fyri at lodda dýpi, so er verðin jú kortini ikki longur enn eitt telefonstikk burturi.......

Og so tann versta: Vit eru so fá og so smá!
Tíbetur! Hvussu nógv einfaldari verður ikki tað allarmesta, tá tað ikki eru ov nógvir kokkar? í Føroyum kann næstan einoghvør, ið hevur eitt gott hugskot og vilja til at gjøgnumføra tað, gera tað hann droymir um, hvussu gott ella hvussu svakt tað annars er. Alt í lagið, kanska verður tað ikki á tí málistokki, sum tað hevði kunnað verið í einum stórum landi, men í minsta lagið slapst tú at gera tað. Í einum størri landi sleppur tú als ikki framat at royna teg, tí tað eru so nógv um boðið.
Nettupp tí at vit eru so fá og smá, so er pláss fyri øllum.................

Ja, nú droymi eg........ eg meini sjálvandi: so átti at verið pláss fyri okkum øllum..... Tí at vit eru so fá, so hava evnini hjá hvørjum einstøkum menniskja í landinum týdning fyri heildina. Men tíverri er tað innanfyri øll øki í samfelagnum galdandi, at tann, sum er ov øðrvísi, ov nógv uttanfyri teir givnu normarnar ella rákini ikki er vælkomin, og kann vera, um ikki beinleiðis útihýstur, so útifrystur. Og tann sum sær sítt egna virði og ger tað, hann heldur vera rætt og vágar sær at stinga heysin eitt sindur upp um fjøldin, hjá honum er tað bara ein spurningur um tíð, nær guilliotinan dettur og kvettir hendan hugmóðuða heysin av. Munnu ikki øll, sum nakrantíð hava gjørt nakað eitt sindur óvanligt og framskygt her á landi
, standa og bíðja eftir nær tað verður teirra túrur til at hava gjørt ov nógv um seg?

Og tað er tað sum eg ikki skilji, - ikki vil skilja. Hví eru vit ikki greið yvir, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu útinna í einum lítlum landi, har tað skuldi verið hvaðna lættari at samskift enn í einum stórum landið. Í staðin fyri at kuta høvdið (og eldhugan) av fólkið, sum vilja og tí kunna nakað, áttu vit at stuðla teimum. Við eitt sindur minni av smáligheit og øvundsjúku og eitt sindur meira av opnum sinni, vælvild og samarbeiði kundu vit rokki langt í einum samfelag sum okkara, sum júst hevur tann stóra fyrimunin at vera lítið, og tí so nógv lættari at flyta....

Sunday, November 14, 1999

Eg meini tað: ”Saved by the bell”

So var tað endiliga avgjørt. Havi saman við nógvum fleiri, uml. 6500 øðrum havnafólkum, bíðja í spenningi eftir hesari avgerðini. Tey fara ikki at seta ein yvirvaksnan breyðristara, (ella eitt nýtt Ebenezer), upp á Tinghúsvøllinum, - ikki fyribils í hvussu so er..........
Gomlu Tinghúsini eru bjargaði fyri fyrst. Tað skuldi eitast, at tey onki søguligt virði høvdu, tí tey ikki er nóg gomul, og tí tey eru broytt so nógvar ferðir, at lítið og onki av upprunaligu húsunum er eftir. Er hatta definitiónin uppá, hvat er søguligt ella ikki, ja, so eru tað ikki nógvir bygningar í Føroyum, sum hava søguligt virði. Tey húsini, sum ikki eru umbygd og uppábygd upptil fleiri ferðir munnu næstan kunna teljast á fingrunum. Tí føroysk hús broytast allatíðina, eftir tørvi ella eftir móta, og tí at veðurlagið nú einaferð fer illa við bygningum her úti í Norðuratlantshavi.
Er hetta definitiónin, so skilji eg betur, at man her í Havn gongur beint ímóti rákinum, sum seinastu nógvu ártíggjuni hevur verið í øllum stórum býum, nevniliga at royna at varðveita so nógv sum møguligt av elstu býarpørtunum og øllum gomlum býarmyndum, sum geva býnum karakter, og í staðin at byggja teir nýggjari bygningarnar longri burturi frá miðbýunum. Bara tey seinastu 10-15 árini er ein hópur av gomlum húsum horvin í miðbýarmyndini, Hans Joensen, Gamla Thomas Dam, tey bæði, sum stóðu har nýggi Sparikassin nú er, Radiohandilin (alt í lagið, hann brendi...), og so seint sum nú fyri einum ári síðani, bæði tey húsini í Tórsgøtu, sum stóðu har parkeringsplássið hjá Mariu Poulsen nú er, og tey stóru uppi yvir Grasagarði, har enn bara eitt ilt av eini illagjørdari grasplenu er.
Men kanska ber tað til at definera søguligt virði á ein annan hátt, á tann hátt, at hvørt hús hevur sína søgu, eina søgu sum avgjørt ikki er uttan týdning. Hendan søgan er um tey menniskjuni, sum hava bygt húsini, og tey, sum gjøgnum tíðirnar hava búð ella arbeitt í teimum, og sum onkursvegna øll hava sett sín dám á tey. Hvør fer at minnast hesar søgurnar, tá húsini verða javnaði við jørðina?
Og tað er ikki liðugt enn. Tinghúsini eru fyribils bjargaði, men ikki nógvar dagar aftaná, at hesi góðu tíðindini komu, varð sagt, at nú fer eisini Kunningarstovan, alias Notre Dame, alias SHJ, eisini í søguna. Eini vøkur, hugnalig gomul hús, sum saman við Kondittarínum líkust øllum hinum húsunum, sum fyri 50 árum síðani stóðu í allari Gongugøtuni. Ja, so øgiliga pen hava tey kanska kortini ikki verið hesi seinastu árini, men tað er bara tí, at tey hava fingið loyvi at standa óhildin so leingi. Tað ber eisini til at taka hús spakuliga niður við onki at gera við tey……..
Og so er tað, at eg ikki kann lata vera at spyrja hví? Hví er tað, at tey kenna seg noydd at taka hesar gomlu bygningarnar burtur? Hví taka bygningar burtur sum eru lættir, sum líkjast húsunum, sum altíð hava verið bygd her, sum onkursvegna eru partur av samleika okkara, og í staðni byggja tungar, ópersónligar, oftast ljótar kubbar úr betongi og glasi? Skammast tey? Halda tey, at tað er neyðugt at skræða tað gamla burtur fyri at vísa, at vit fylgja við tíðini?
Ein av grannahøvuðstøðum okkara, nevniliga Reykjavík, hevur ongar av gomlu bygningum sínum eftir, og hvørja ferð tú tosar við íslendingar í Havn, so siga teir, næstan við tárum í eygunum, at vit eru heppin, at vit hava varðveitt so mikið av eldru bygningum okkara. Men við tí ferðini tað gongur at skræða burtur, verður kanska ein dagur, har vit fara at siga tað sama, tá vit ferðast í gomlu býarpørtunum runt í verðini……..

Saturday, October 2, 1999

Eg meini tað: Tankaexperiment

Umleið ein mánað síðani var eg á sjónleikarastevnu hjá MáF, og tað fyrsta, sum fór fram á hesi stevnu var ein sera áhugaverdu pallborðsfundur, sum tíverri ikki var opin fyri alemninginum og fjølmiðlunum. Sum vera man var nógv tosað um sjónleik á hesum fundinum, og nógv áhugaverd sjónarmið vóru løgd fram, men tað, sum hevur mín áhuga í hesum føri eru nøkur orð ein góður maður úr Fuglafiðri kom við.

Hann segði frá, at hvønn morgun, tá hann fór upp, tendraði hann norska útvarpið, og har var tíðindaflutningurin býttur upp á hendan hátt: fyrst 10 minuttir av vanligum tíðindum um politikk og katastrofur, síðani 10 minuttir av ítrottartíðindum, og síðani 10 minuttir av mentanartíðindum. Tanki hansara við at fortelja okkum hetta, var sjálvandi hesin: Um tú skalt skapa áhuga fyri nøkrum, so noyðist tú at upplýsa um tað, og upplýsir tú t.d. meira um mentan enn um nakað annað, ja, so er størri kjansur fyri, at fólk generelt fáa størri áhuga fyri mentan enn fyri nøkrum øðrum. Ja, og er tað, sum í okkara føri, ítrottur, tíðindaflutningurin leggur stórst dent á, ja, so er tað ítrotturin sum flest fólk ganga upp í.

Nú er tað ikki, tí eg (enn einaferð) ætlið at leggja eftir ítrottinum, - tað er jú onki galið við ítrotti, tað er heldur tíðindaflutninginum og prioriteringini, eg hugsi um. Taka vit t.d. útvarpið, ja, so er hvønn dag á døgðura ein fastur táttur um ítrott, sum ofta varir líka leingi, ja, onkuntíð longri enn øll hini tíðindini, ið eru politikkur, katastrofur og mentan og alt hitt, tilsamans. Prosentparturin av mentanartíðindum man næstan kunna mátast í promillum. Tað sama ger seg runt roknað galdandi fyri bæði bløð og sjónvarp, bløðini hava kanska eitt sindur hægri prosentbýti, sjonvarpið helst eitt sindur minni, men fakta er, at mentanin ikki rættiliga hevur nakað "søluvirðið" í tíðindahøpi. Og tað er neyðugt at undirstrikað, at av øllum sum fjølmiðlarnir koma við, er tað tíðindaflutningurin, sum hevur stórst ávirkan á fólk.
Ja, nú eru tað nokk meira enn ein sum sigur, at eru tað so fá mentanartíðindi, so er tað tí at tað er so lítið, sum hendir á hasum økinum. Men soleiðis er tað bara ikki. Tað hendur ein rúgva, hóast tíðindi um tað ikki koma fram. Og her er tað so, at vit koma til mítt tankaexperiment:

Latum okkum nú siga, at fjølmiðlarnir frá í t.d. 1. januar ár 2000 avgjørdu, at nú skal tíðin/plássið í tíðindunum býtast demokratiskt millum vanlig tíðindi, mentan og ítrott, t.d. 10 minuttir í part hvørja ferð. Sjálvandi noyðast fjølmiðlarnir at gera meira uppsøkjandi arbeiði viðvíðkjandi mentanini, tey noyðast at fortelja um tær bøkurnar sum koma út eitt sindur meira enn bara ein setnig og hvussu nógvar blaðsíður, hon er. Tey fara t.d. at vera noydd at senda brot úr konsertum, líkasum brot úr fótboltsdystum. Tey mugu verða líka áhugaði í framsýningini hjá N.N., sum í at N.N. hevur skorað móti tí og tí. Men tað skuldi álvaratos ikki verið ómøguligt.
Tað, sum so vildi verið áhugavert at sæð, var úrslitið av hesum í longdini. Mín teori er, at smátt um smátt vildu fólk byrja at ganga til sjónleikir aftur, konsertsalir og framsýingarhøli vildu verið á tremur, útláni á bókasøvnum og sølan í bókhandlum vildi voksið, og ikki bara fyri endurminningar og bygdasøgurnar, og kvølsdkúlaskeiðini vildu verið yvirteknaði. Kanska vildi tað tikið eina tíð, men eg ivist ikki eina løtu í, at tað hevði gjørt mun. Við áhuga skapar tú áhuga.
Enn eru vit so ikki 1. januar ár 2000, men man hevur væl loyvi at droyma........

Tuesday, September 14, 1999

Eg meini tað: Sita tit væl?

Í mai í fjør var eitt vælumtókt frásøgukvøld í Gamla Mejaríið, hetta var vígslan av nýggja leikhúsinum hjá einasta professionella sjónleikabólki í Føroyum, Grímu. Tórshavnar kommuna hevði latið Grímu hølini. At hetta var stórur vinningur fyri føroyskan sjónleik, kann ongin ivi vera um, men har mundu vera meir enn ein, sum eisini hevði hug at hugsa: Endiliga! Eftir at hava stríðst og strevast í 20 árs fyri at fáa professionellan sjónleik at bera til í Føroyum, fær Gríma hampuligar arbeiðsumstøður.
Men meir enn hampuligar bar ikki til at kalla tað, tí hóast salurin var bæði vakur og vælegnaður til sjónleik, so var tað bara ein salur. Uttan stólar at sita á, og ljós, so til ber at síggja leikararnar, er ringt at kalla tað eitt rættiligt sjónleikarhús.
Fíggjarligi karmurin hjá Grímu er trongur, og tí hava nógv góð listafólk, tónleikarar, yrkjara, myndlistafólk, frásøgufólk, you name it, í hesum døgum ókeypis verið við at mynda nøkur hugnalig og fullsett kafé-kvøld í Gamla Meiaríð til frama fyri stólar og ljós til Grímu.

Men tað er ikki bara høli, ið Tórshavnar kommuna hevur luta býarbørnum sínum til. Hetta seinasta árið hevur kommunan rættiliga verið í "spanderbrókunum", milliónirnar, sum hava rulla í ta nýggja fótboltsstadionið, Tórsvøll, hava nærmast onga enda tikið. Og har hevur onki verið óført, alt samdøgri hevur verið svart av fólkið, sum hevur arbeitt at gera vøllin til, og her manglar so í hvussu so er ikki stólar.
Føroyskur fótboltur er, tað eg veit av, enn ikki professionellur, men hevur kortini longu eitt annað altjóða stadion at leika á, og annars eitt ótal av vallum stroyddar um alt landið, so hví føroyska landsliðið partú skuldi sleppa at tapa móti onkrum útlenskum liðið í Havn heldur enn á Svangaskarið, tað vóni eg, at onkur skilur betri enn eg.
Hvønn mun akkurát staðið gjørdi teimum báðum nevunum av áskoðarum, sum vóru til dystirnar, veit eg ikki, - ella ein mun gjørdi tað helst fleiri teirra, tá tey dagin eftir hoyrdu, at vøllurin var farin á flog...... (lukkutíð ikki tann parturin, sum er uppiyvir barnagarðinum í B36-húsinum!!).
Seinasta, eg hoyrdi um Tórsvøll, var, at kommunan nú hvørt ár setur av eina millión til rennibreyt kring vøllin, eina rennibreyt, sum vit allarhelst høvdu fingið nógv bíligari, varð hon gjørd av fyrstan tíð.

Nú eg tosi um, at Tórshavnar kommuna er so gávumild, so er vert at undirstrika, at kommunan jú er vit havnaborgarar, og at allir hasir pengarnir eru okkara skattakrónur. Tá nú so er, hvussu ber so til, at vit hava so lítið at skulla hava sagt í hesum avgerðum? Roknar tú prosentbýti millum hvussu nógv hava verið til dyst á Tórsvølli og hvussu nógv eru til sýningar á Gamla Mejarí, so er tað ivaleyst væl meira fullsett á Mejarínum, og vóru vit spurd at, so kanska vit heldur vildu givið okkara skattakrónur til leikhús enn til leikvøll, av tí heilt einføldu ársøk, at tann seinni er so øgiliga nógvar ferðir dýrari og bert kann nýtast fáar ferðir árliga, meðan leikhúsið, um fíggjarligar umstøðurnar høvdu verið, kundi havt sýningar hvørt tað einasta kvøld. Og kanska um Býráðið nú skuldi seta eina millión eyka av til okkurt hvørt ár, so hvat um tað hevði verið til at bygt nýggjar barnagarðar, ella til eldrarøkt ella til mentanarligt vikrsemi? Høvdu vit so øll atkvøtt fyri rennibreytini? Men vit vera ikki spurd at meira enn 4. hvørt ár.........

Hvat er tað, sum fær allar hasar stóru smádreingirnar, (ja ársaka at eg sigi tað, men eg havi ikki hitt nakað konufólk, sum gongur so við lív og sál upp í Tórsvøll, sum ávísir harrar, - eru teir nevndir so eru teir kendir), til at velja at pumpa allar miliónirnar vit (ikki) hava til yvirs í fótbolt? Er tað enn tann gamla umberingin, at tað er besti mátin at gera Føroyar kendar? Er tað so stórt at vera kendur tí nakrir mans banka nakrar aðrar við einum bólti?
Hevði tað álvaratos ikki verið ólíka stuttligari, um Føroyar varð kent um heimin, tí vit uppfostraðu stórar sjónleikarar, myndlistafólk, tónleikarar, høvundar, o.o.; tí at vit, bara 45.000 sálir, lívgaðu so væl um okkara mál og mentan, at vit kláraðu at standa stinn, hóast tann anglosaksiska flóðaldan royndi at sveipa okkum av fótum. Hevði tað ikki verið stuttligari um vit um 2-300 ár enn kundu tosa føroyskt við stoltleika og vísa á tey mentanarlig avrik forfedrarnir løgdu eftir seg, enn at vit kundu reypa um, at "HB36 has beaten Sumba for the first time this season"........???
Ja, eg meini tað......

Thursday, September 2, 1999

Mary-Celeste

Skriva til summarsendingina Kon Tiki hjá Birgir Kruse í ÚtvarpinumNú seinasta kvøldið áðrenn Kon Tiki leggur upp fyri veturin, vil eg siga tykkum ta gátuføru, men sonnu søguna um briggina Mary-Celeste.

Tann 4. desember 1872 kom skiparin á trímastruni Dei Gratia, Moorhouse kapteynur, á veg úr New York fram á eitt skip, ið bert silgdi við einum klyvara og stakfokkuni, og sum eins og hann var undir amerikonskum flaggi.Teir varnaðust beinanvegin, at briggin helt eina sera óstøðuga kós, og so skjótt teir vóru nóg nær, signaleraðu teir. Har kom onki svar.
Nú teir nærkaðust, sá Moorhouse, at briggin var ongin onnur enn Mary-Celeste, skipið, sum vinmaður hansara Benjamin Briggs førdi, og sum var farið úr New York sama dag sum Dei Gratia, tann 7. november.

Moorhouse kapteynur sendi ekkafullur tríggjar mans umborð á Mary-Celeste.

Fyrst stýrimaður, Deveau, ein av teimum trimum, segði soleiðis frá:"Tá vit komu umborð sóu vit, at ongin var við rórið, og tað stóð einsamalt og snaraði úr einari ætt í hina. Vit vóru um alt skipið av dekkinum og niður í lastina, men har var ikki eitt menninskja. Í lastini var nakað av sjógvi, og á millumdekkinum og har afturi var farvegur eftir sjógvi, men onki hættisligt. Lastalúkurnar vóru opnar, tann eina lá og sløddist eftir dekkinum, kumpassin var brotin, og báðir bjargingarbátarnir vóru burtur. Heldur ikki sekstanturin og onnur navigatiónstól vóru í kahúttini hjá skiparanum, bert skipsdagbókin lá eftir, og seinastu ferð skrivað var í hana, var 24. november.

Í manningarrúminum hingu oljudansar og koyggjusekkir ruddiligir og klæðir hingu á snóri. Ongi spor av harðskapi vóru nakrastaðni. Í kahúttini við síðuna av skiparans funnu vit eina stovuurgu og eina stóra kistu við kvinnu- og barnaklæðum og leikum. Í lastini vóru tunnur við hvalalýsi og aðrar við brennivíni. Tá vit heldur skundisliga vildu sleppa okkum av hesum óhugnaliga kvirra skipinum, hoyrdu vit eitt mjarr úr kabússuni. Í einum skápi sat ein svørt, grønoygd ketta. Tíverri kundi hetta eygnavitni ikki annað enn at mjarra."
Moorhouse kapteynur og manning hansara sleipaðu nú Mary-Celeste til Gibraltar, har teir koma inn tann 12. desember.

Í sjórættinum kom fram, at umborð á Mary-Celeste høvdu verið Briggs kapteynur, kona og dóttir hansara, ein yvirmaður, ein kvartermeistari, seks matrósar og ein kokkur. Í lastini vóru tunnur við brennivíni, so almenni ákærin ímyndaði sær hesa frágeiðingina:"Matrósarnir á Mary-Celeste kunnu hava drukki seg fullar, myrt skiparan og húski hansara, yvirmannin og kvartermeistaran og blakað líkini fyri borð. Tá seinni er runnið av teimum, og teir hava varnast ógerðina, teir hava gjørt, munnu teir vera farnir av skipinum, og er helst upptikinir av øðrum skipi."

Onki kom nakrantíð fram, sum staðfesti hesa frágreiðing, men heldur onki, sum avnoktaði hana. James Winchester høvuðsparteigarin í Mary-Celeste, upplýsti, at stovuurgan var ogn Mrs. Briggs, og at tann eini av bjargingarbátunum, var tikin av Mary-Celeste til umvælingar, áðrenn hon fór úr New York 7. november. Í sjórættinum tann 24. mars 1873 var avgjørt at geva Moorhouse kapteyni og manning á Dei Gratia ein fimtapart av virðinum av Mary-Celeste íroknað lastina í bjargingarløn, altso 1700 pund sterling.

Í 1913, 40 ár seinni, bíður blaðstjórin á londonarblaðnum Strand Magazine høvuðsritstjóra sínum til fundar:

- Blað okkara hevur ikki líka stórt upplag, sum kappingarneytar okkara, so eg havi avgjørt, at vit skulu taka søguna um Mary-Celeste uppaftur.
- Øll tosa um hatta, svarar ritstjórin, men ongin hevur nakrantíð loyst gátuna.
- Júst tað! Vit fara at endurgeva, hvat veruliga hendi, og so fara vit at biðja kendar rithøvundar um at koma við hvør sínar loysn, í stuttsøguformi!

H.G. Wells, Conan Doyle, Morley, Roberts vóru fyrsti spurdir, og teir játtaðu beinanvegin, og síðani fleiri kendir krimisøguhøvundar við teimum. Strand Magazine fekk eina ótrúliga framgongd í søluni. Túsundavís av lesarum skrivaðu inn og komu við ymiskum øðrum loysnum á gátuni, hvør meira ótrúlig enn onnur. Ein helt, at tað var kokkurin, sum var vorðin ørur í høvdinum og hevði eitrað øll, ein helt, at tað mátti verða eitt veldugt aldubrot, sum í einum hevði skola manning og ferðandi burtur. Nei, tað var ein yvirvaksin høgguslokkur, sum hevði tikið alt við sær; ella tað var gandur, onki at ivast í, har var jú svørt ketta umborð. Ja, onkur helt, at tað máttu vera marsmenn o.s.fr. Amerikanskir rithøvundar sendu sínar loysnir, J. L. Hornibrool segði tað vera sjórænarar úr Rif, sum høvdu gjørt tað, teir rændu ofta úti á miðum Atlantshavinum. Onnur meintu, at Moorhouse kapteynur og manning hansara høvdu gjørt tað av við øll, fyri at fáa bjargingarlønina.

Kríggi kom so í 1914, og fólk høvdu annað at hugsa um, men ikki so skjótt var tað yvirstaðið fyrr enn fólk aftur fóru at penta søgur saman. Nú var so long tíð gingin, at upprunaligu hendingarnar vóru meira ella minni gloymdar, og sjálvt tað sera álítandi franska blaðið Mercure de France greiddi í eini grein 15. oktober í 1921 frá, at tá Moohouse kom umborð á Mary-Celeste stóð maturin enn heitur á borðinum og at í kahúttuni hjá kvartermeistararnum funnu teir eina talvu har hann hevði skrivað: "Sera løgið, góða kona mín."
Í 1925 hendi so tað undarliga, at enski rithøvundurin Lawrence J. Keating í eini samrøðu við eitt londonarblað segði:
- Ongin Mary-Celeste gáta er longur! Eg havi loyst hana.
Hann segði seg hava funni tann einasta, sum var sloppin frá vanlukkuni við lívinum, kokkin á Mary-Celeste. Hann var yvir 80, og búði nú í eini lítlari bygd uttanfyri Liverpool. Pemberton skuldi hann eita.


Tvey ár seinni gav Keating bók út sum kallaðist: Seglskipi Mary-Celeste. Endaliga frágreiðingin uppá ta stóru Atlantshavsgátuna.
Hvussu sonn hendan søgan veruliga var, kunnu vit loyva okkum at ivast í. Hvussu var og ikki, so var kokkurin Pemberton ongantíð funnin, mest sannlíkt var, at hann ongantíð hevði verið til, og Keating hevði í allari frásøgn síni púra gloymt, at Briggs kapteynur hevði dóttur sína við umborð, at stovuurgan enn var á skipinum, tá tað var funnið, og ongi av nøvnunum hann gav manningini samsvaraðu við tann upprunaliga listan.

Enn er gátan um Mary-Celeste ikki loyst, og serliga nakrir spurningar standa eftir, m.a. hví tók Briggs kapteynur ikki skipsdagbókina við sær, tá hann tók alla hina navigatiónsútgerðina? Hvussu kundi eitt skip uttan manning sigla í 10 dagar, frá 24. november til 4. desember, 500 sjómíl, og ikki fara av kós? Um tey bæði skipini vóru farin úr New York saman dag, høvdu tey so veruliga mist hvørt annað úr eyksjón? Um ja, var tað so ikki eitt sindur ov ótrúligt, at tey hittust aftur á hesum veldiga havinum, undir hesum løgnu umstøðunum?

Spurningarnir eru enn fleiri, og munnu vit ikki øll hava ein lítlan hug til at gera okkara egnu frágreiðing uppá hesa gátuna?

Um nakar skuldi havt eitt framhald ella eina nýggja loysn á gátuni um Mary-Celeste, so er tú vælkomin at skriva tað inn í "comments". Tað hevði verið spennandi!

Monday, August 2, 1999

Noctiluca Milaris

Skriva til summarsendingina Kon Tiki hjá Birgir Kurse í Útvarpinum summarið 1999
Tað er heldur seint á kvøldið. Staðið er ein gomul sjómansølstova á kaiini. Inni er hálvaskýmt, luftin et tjúkk av pípuroyki, ølroyki og menniskjaroyki. Í einum króki spælir onkur uppá eina sorgblíða harmoniku.
Nógv fólk er inni, við flestu borðini hava 3-4 fólk stungið høvdini saman og sita og práta lágmælt, í krókunum sita teir einsamallu, ið helst hevur fingið ov nógv innanborða.

Við eitt borð mitt á gólvinum situr ein gamal hvíthærdur sjómaður, andlitið er reyðblettut av ov nógvum vindi og alkoholi. Veldugu slitnu hendur hansara næstan neyðhalda um ølkrússi. Alt kvøldið hevur hann sitið tigandi og start niður í borðið. Nú ressast hann knappliga og sigur við rópandi fullamannarødd:

- Tey siga, at havið bara tekur, men høvdu tey bara vita! Hoyri tað eg havi at siga. Tit høvdu ikki trúð tí, um tit so hoyrdu tað við egnum oyrum!

Øll ølstovan hevur vent sær ímóti honum, prátið steðgar, ja, sjálvt harmonikan steðgar næstan, ella spælir í hvussu so er ein óvanliga langan, spakuliga tóna. Næstan øll venda tó beinanvegin aftur til sítt prát, fullamannatvass er so vanligt her. Men gamli heldur á.

- Ja, eg sigi tykkum, tit høvdu ikki trúð tí, um tit sóðu tað vit tykkara egnu eygum!

Onkur setist nú av álvara at lurta eftir sjómanninum. Gamli kennir tað á sær, festir sær í pípuna, harkar og hevjar røddina eitt sindur afturat:

- Mær dámdi ongantíð, at tær komu umborð á Hydru, konufólk umborð á einum langfaraskipi, tað er ikki rætt, men skiparin ger sum honum lystir. Gamli froysir illsliga.

Tvíburðasystrar vóru tær, ikki meiri enn eini 5 ára gamlar, sum tveir dropar av vatni. Smáum einglum líkturat tær, men høvdu vit slept einum flokki av villum apum út á dekki, høvdu vit ikki havt meiri rok av teimum. Tær vóru allastaðni, afturi, frammi, í stýriborð, í bagborð, í kabússuni, í lugarinum. Manningin gekk øll sum hon var við hjartanum í hálsinum, altíð klár at renna eina hond út eftir einum barni sum hekk og spjálkaði í togverkinum ella grulvaði niður í lastina. Satt at siga var tað løgið, at tað vardi so leingi, áðrenn vanlukkan hendi.

Tað hevði verð av ringasta veðrið í tveir dagar, men móti kvøldið makaði hann vindin. Hetta var seint á summri, so ikki var myrkt fyrr enn næstan á miðnátt. Tá kom róp í.

- Komi upp á dekkið allir samlir, ljóðar frá skiparinum, hesa sjónina mugu tit ikki missa!

Teir, ið ikki eru á vakt, koma gruggutir upp, men steðga knarrinum í tí teir traðka upp á dekkið.Alt lýsur! Mastrar, tog, segl, ja allur skrokkurin á Hydru lýsur, og hvør einasti aldutoppur, á tí nú nógv stilnaða havinum er sjálvlýsandi. Mureldur! Ongantíð hevði eg sað so nógvan mureld sum hetta kvøldið.

- Klara góða, far oman eftir gentunum, sigur skiparin til konu sína, hetta mugu tær síggja.

Klara hevur hug at mótmæla, men kemur kortini løtu seinni upp við teimum svøvndruknu gentunum. Í tí tær síggja mureldin klárvaknað tær. Tær standa púra býttar og stara.

- Pápi, hvat er hatta?

- Hatta er mureldur, tað eru smá djór, sum eru blást upp úr havinum, Noctiluca Milaris eita tey.

- Noctiluca Milaris!? sigur ein av tvíburðunum undrandi, men loypur so aftaná hinari, sum er strokin aftur í reyv at stara niður í kjalarvørrin, sum lýsur allur sum hann er.

- Camilla, Carlotta klintir ikki upp! Eg havi sagt tað túsund ferðir! Tað er mamman sum rópar. Men ov seint er, áðrenn nakar fær gjørt nakað er tann eina av gentunum farin fyri borð.

- Camillaaaaaaaa! Carlotta skríggjar, skiparin brølar sum eitt ótt, øll manningin tysjar aftur í reyv. Bara Klara stendur eftir sum nelgd.

- Setið bátin út! Blakið bjargingarringarnar út. Rebið seglini!

Boðini frá skiparanum eru høpisleys. Hydra siglur fyri fullum seglum, hóast vit fáa steðga henni, og sett bátin út, fer smágentan langt síðani at verða horvin til tað tíð, eisini um hon fær fatur á einum bjargingarringi. Hon er jú bara eitt barn, og havið er kalt.

Ongantíð havi eg sæð nakra skipsmanning arbeitt so skjótt og væl saman. Bátur var settur út, meðan Hydra enn silgdi við helvtina av seglunum, og menninir róðu sum óðir.

Sjónin var bæði bergtakandi og óhugnalig. Báturin, árarnar og spruttið av árunum, sum legði seg á mennirnar lýsti alt sum tað var av mureldi og umborð hoyrdist grátur og tannagrísl.

Gamli sjógarpurin steðgar á eina løtu. Øll ølstovan situr í andakt og lurtar eftir honum, tú kundi hoyrt eina nál dottið á gólvið. Gamli nýtur tað.

- Sjálvandi var tað alt samalt til fánýtis. Menninir róðu runt og runt og leitaðu har tað kundi hugsast at vanlukkan var hend. Ímeðan fór ferðin meir og meira av Hydru, og at enda lá hon still. Har hoyrdist bara higstrandi gráturin av Klaru og aldurnar, sum spakuliga slógu móti skrokkinum.

Tá brádliga rópar hin tvíburðasysturin, sum øll tykjast hava gloymt hesa løtuna:

- Hygg mamma, hygg Camilla! Noctiluca Milaris hevur hana!!

Klara og skiparin leypa yvir stýriborðsmegin har Carlotta peikar.Ja, eg sigi tykkum, hevði eg ikki sæð tað við mínum egnu eygum, so hevði eg ikki trúð sjónini eg sá. Langt burturi á svarta náttarhavinum sást ein lýsandi blettur, og frá honum gekk ein lýsandi tráur inn til Hydru, ja beint til har sum Carlotta stóð og peikaði.

Menninir í bátinum varnaðust tað, og róðu straks móti blettinum. Ja, tit siga púra vist, at hetta ber ikki til, men eg veit tað, tí eg sá tað. Tá Camilla fór fyri borð, datt hon niður á ein stóran flaka, sum lá og rakst á havinum. Hon var svímað, men tað var alt.

Ja, eg veit, eg veit. Har er alt ov nógv sum ikki ber til. Hugsi tykkum hvat var hent, hevði Hydra ret á handan flakan, so vóru vit øll kanska farin. Hugsi tykkum, um ongin mureldur var, so hevði Carlotta ikki sæð flakan. Og hevði hatta lýsandi bandið ikki verið, hevði hon heldur ikki sæð hann. Og hvat var hatta bandið?

Eg dugi ikki at svara uppá hatta, eg veit bara, at tað var so. Noctiluca Milaris gav Camillu frá sær aftur, havið gav okkum barnið aftur.

Gamli tigur. Nú hann hevur sagt søgu sína, er tað sum alkoholið aftur vinnur á honum. Hann starir niður aftur, og fáar minuttir seinni liggur hann og svevur niður á borðið. Hann rýtur harðliga.

Monday, March 15, 1999

Dreymur Jóansøkunátt - - ein hávetursdreymur (ummæli)


Leygarkvøldið 6. mars stóðu himmal og jørð í einum, útideyðaveður munnu teir gomlu hava kalla tað. Tað kendist undaligt at stríðast oman í Norðurlandahúsið pløgandi gjøgnum kavarúgvunar mitt úti á Norðara Ringvegi við uml. einum centimetri av kava frá topp til tá, meðan flykrurnar pístraði so í eyguni, at tað var so at siga ómøguligt at síggja tann eina fýrahjólstrekta bilin, sum hóttaði sær út hetta kvøldið, fyrr enn hann var beint framman fyri mær.

Eg vantaði satt at siga, at alt fór at vera avlýst, tá eg vann har oman, alt annað í verðini var jú longu avlýst vegna vetur, øhh veður......, men nei, úr kavarúgvunum sum komu inn um hurðarnar í Norðurlandahúsinum komu veitsluklødd fólk við reyðum kjálkum og oyløgdum frisyrum og eyguni lýsandi av entusiasmu og vindi.

Hetta var sanniliga lagnunar speisemi: at himmalin nú gav Grímu eitt meistaraverk av einari kavaódn í føðingardagsgávu, nú tey góvu okkum teirra meistarligu miðsummardreymir, sum teirra føðingardagsgávu til áskoðaran.

Ja, tit síggja tað helst longu, hetta er ongin kritikkur, hetta er eitt fagnaðarróp, eg kann ikki annað.

Satt er tað, at eg gleddi meg ótrúliga nógv og leingi frammanundan til hesa sýning. Havi í eini 13-14 ár átt eina sera vakra útgávu av “En Skærsommernatsdrøm” prýdda við tekningum einari Ludmillu Balfour, sum eg aftur og aftur eri vend aftur til, tí hon er so stuttlig og so vøkur. Nú skuldi eg so niðan at hyggja at hesari bók “live”. Her høvdu Gríma og Eyðum Johannesen nógv at liva upp til; tær fyrstu myndirnar, tú gert tær av nøkrum, tykjast tær altíð onkursvegna at vera tær rættastu, og ongin skal koma og broyta tær. Men tey kláraðu tað, og meir enn so.
Har stóðu tey so knappliga øll sprellivandi, Oberon, Titania, Púk og øll hini, og tey vóru bara, sum eg hevði ímynda mær tey, líka vill, líka stuttlig og líka livandi.

Ria Torgarð var óbetaligi sum tann hvørki- ella tvíkynjaði Púk, ómøguligt at vita hvat frekt skálkabragd, hon mundi fara at finna uppá næstu ferð, tí alt stendur jú ikki í handritinum.

At ávikavist Teseus og Oberon, Hippolyta og Titanina vóru spæld av somu tveimum persónum, nevniliga Páll Danielsen og Súsonnu Torgarð, var sera beinrakið, tey vóru so tignarlig sum hertogi av Athen og drottning hjá amasonunum, og sjálvt um tygnin enn var har, tá tey vóru álvakongur og -drotning, so lýsti skálkurin úr eygunum á teimum.

Tey fýra ungu Helena (Kristina Hansen), Helena (Katarina Nolsøe), Lýsander (Anfinnur H. Jacobsen) og Demetrius (Allan Dalsgarð) vóru so full av orku og kenslum, at man næstan misti ondina, - ótrúligt at tað skal bera til at spæla Shakespeare og so gera so nógv annað samstundis. Tá springknívarnir komu fram a la Westside story, var tað ringt at halda kaldasveittanum aftur.

Og so var tað Egi Dam sum ásni og vevarin Vaðmal, Laura Joensen sum kloddakonan Kíla Fía, og Elin á Rógvu sum skraddarin Svangi og eitt tað stuttligasta og meinaleysasta ljónið, man kann hugsa sær, saman við Gundur Mortensen og Gudmundi Lindenskov vóru tey bæði álvar og hesir góðu amatørsjónleikarahandverkararnir úr Athen, sum settu eitt so herligt punktum á leikin, tá tey framførdu tann kiksaða leikin um Pyramus og Thisbu undir skeltinum "Gríma 20 ár".

Eg skal ikki taka nakran ella nakað burturúr, tí leikurin var veriliga ein heild, onki var óneyðugt ella for nógv ella for lítið, men eg rokni við, at tað verður nokk álvakongurin Oberon, sum longst fer at standa eftir í minninum.

Har eru so nógvar detaljur, sum eg havi hug at nevna, tónleikurin sum gjørdi alt so lætt, ljósið og pallurin og búnarnir, og serliga kropsmálingina, sum alt bara var, akkurát sum tað skuldi, og tær herligu, villu anakronismurnar sum í heilum fingu allan salin at ringja sær í látri, men eg skal ikki siga so nógv afturat, enn eru nakrar sýningar eftir, vil ikki taka magiina frá teimum, ið enn ikki hava verið og hugt.

So í harrans navni, skundi tykkum og keypi atgongumerki, hetta er sovorið sum ikki kemur aftur soleiðis í bræðið, um tit vistu, hvat tit mistu, høvdu tit ikki fyrigivið tykkum sjálvum. Og eg ætlið mær at hyggja eina ferð afturat, so tað plássið er upptikið........