Monday, March 15, 1999

Dreymur Jóansøkunátt - - ein hávetursdreymur (ummæli)


Leygarkvøldið 6. mars stóðu himmal og jørð í einum, útideyðaveður munnu teir gomlu hava kalla tað. Tað kendist undaligt at stríðast oman í Norðurlandahúsið pløgandi gjøgnum kavarúgvunar mitt úti á Norðara Ringvegi við uml. einum centimetri av kava frá topp til tá, meðan flykrurnar pístraði so í eyguni, at tað var so at siga ómøguligt at síggja tann eina fýrahjólstrekta bilin, sum hóttaði sær út hetta kvøldið, fyrr enn hann var beint framman fyri mær.

Eg vantaði satt at siga, at alt fór at vera avlýst, tá eg vann har oman, alt annað í verðini var jú longu avlýst vegna vetur, øhh veður......, men nei, úr kavarúgvunum sum komu inn um hurðarnar í Norðurlandahúsinum komu veitsluklødd fólk við reyðum kjálkum og oyløgdum frisyrum og eyguni lýsandi av entusiasmu og vindi.

Hetta var sanniliga lagnunar speisemi: at himmalin nú gav Grímu eitt meistaraverk av einari kavaódn í føðingardagsgávu, nú tey góvu okkum teirra meistarligu miðsummardreymir, sum teirra føðingardagsgávu til áskoðaran.

Ja, tit síggja tað helst longu, hetta er ongin kritikkur, hetta er eitt fagnaðarróp, eg kann ikki annað.

Satt er tað, at eg gleddi meg ótrúliga nógv og leingi frammanundan til hesa sýning. Havi í eini 13-14 ár átt eina sera vakra útgávu av “En Skærsommernatsdrøm” prýdda við tekningum einari Ludmillu Balfour, sum eg aftur og aftur eri vend aftur til, tí hon er so stuttlig og so vøkur. Nú skuldi eg so niðan at hyggja at hesari bók “live”. Her høvdu Gríma og Eyðum Johannesen nógv at liva upp til; tær fyrstu myndirnar, tú gert tær av nøkrum, tykjast tær altíð onkursvegna at vera tær rættastu, og ongin skal koma og broyta tær. Men tey kláraðu tað, og meir enn so.
Har stóðu tey so knappliga øll sprellivandi, Oberon, Titania, Púk og øll hini, og tey vóru bara, sum eg hevði ímynda mær tey, líka vill, líka stuttlig og líka livandi.

Ria Torgarð var óbetaligi sum tann hvørki- ella tvíkynjaði Púk, ómøguligt at vita hvat frekt skálkabragd, hon mundi fara at finna uppá næstu ferð, tí alt stendur jú ikki í handritinum.

At ávikavist Teseus og Oberon, Hippolyta og Titanina vóru spæld av somu tveimum persónum, nevniliga Páll Danielsen og Súsonnu Torgarð, var sera beinrakið, tey vóru so tignarlig sum hertogi av Athen og drottning hjá amasonunum, og sjálvt um tygnin enn var har, tá tey vóru álvakongur og -drotning, so lýsti skálkurin úr eygunum á teimum.

Tey fýra ungu Helena (Kristina Hansen), Helena (Katarina Nolsøe), Lýsander (Anfinnur H. Jacobsen) og Demetrius (Allan Dalsgarð) vóru so full av orku og kenslum, at man næstan misti ondina, - ótrúligt at tað skal bera til at spæla Shakespeare og so gera so nógv annað samstundis. Tá springknívarnir komu fram a la Westside story, var tað ringt at halda kaldasveittanum aftur.

Og so var tað Egi Dam sum ásni og vevarin Vaðmal, Laura Joensen sum kloddakonan Kíla Fía, og Elin á Rógvu sum skraddarin Svangi og eitt tað stuttligasta og meinaleysasta ljónið, man kann hugsa sær, saman við Gundur Mortensen og Gudmundi Lindenskov vóru tey bæði álvar og hesir góðu amatørsjónleikarahandverkararnir úr Athen, sum settu eitt so herligt punktum á leikin, tá tey framførdu tann kiksaða leikin um Pyramus og Thisbu undir skeltinum "Gríma 20 ár".

Eg skal ikki taka nakran ella nakað burturúr, tí leikurin var veriliga ein heild, onki var óneyðugt ella for nógv ella for lítið, men eg rokni við, at tað verður nokk álvakongurin Oberon, sum longst fer at standa eftir í minninum.

Har eru so nógvar detaljur, sum eg havi hug at nevna, tónleikurin sum gjørdi alt so lætt, ljósið og pallurin og búnarnir, og serliga kropsmálingina, sum alt bara var, akkurát sum tað skuldi, og tær herligu, villu anakronismurnar sum í heilum fingu allan salin at ringja sær í látri, men eg skal ikki siga so nógv afturat, enn eru nakrar sýningar eftir, vil ikki taka magiina frá teimum, ið enn ikki hava verið og hugt.

So í harrans navni, skundi tykkum og keypi atgongumerki, hetta er sovorið sum ikki kemur aftur soleiðis í bræðið, um tit vistu, hvat tit mistu, høvdu tit ikki fyrigivið tykkum sjálvum. Og eg ætlið mær at hyggja eina ferð afturat, so tað plássið er upptikið........