Tuesday, May 2, 2000

Eg meini tað: Smart!

Harragud, sum alnótin er smart!
Ja, hevði hon ikki verði til, ja, so høvdu tit ikki sitið og lisið hetta beint nú. Nei, her hevði stutt sagt ongin klumma verið, ella í hvussu so er ikki mín klumma. Tí eg sat í góðari trúgv her yviri í Hallunda, Stockholm, og helt, at eg bara skuldi sita her og njóta fyrilestrar og sjónleikir einar 10-12 tímar um dagin og síðani gera akkurát hvat tað passaði mær, t.v.s. sova.....
Men hvat, eg geri ta dáragerð at lata teldupostin upp, at vita um onkur kanska hevur minst til mín, nú eg eri burturstødd, og hvat er tað so, eg fái?
Ein áminning um, at tað er mín ivasami heiður at fylla klummuna hesaferð.........
Ja, so er ikki annað hjá mær at gera, enn at seta meg við mína lumateldu og skriva. Ikki tí eg júst veit, hvat eg skal skriva, men skriva skal eg, tí annars livi eg ikki upp til tað, sum eg pástandi yvirfyri næmingum mínum í kreativari skriving, nevniliga, at øll altíð kunnu skriva, um bara viljin er til staðar. Sigi ikki, at tað altíð verður líka gott, men man kan.........
Fyri at koma aftur til tað eg byrjaði við, tað, at tað er so smart............ alnótin og teldan sum heild. Ja, hendan eg skrivi uppá er ikki meira enn einar 17x10 cm, og kortini kann eg skriva tekstir uppá hana betur enn eg nakrantíð kundi við eini ferðaskrivimaskinu, sum vigaði 10 ferðir so nógv, og uttan at noyðast at skriva tekstin fleiri ferðir, sum eg hevði noyðst, um eg skrivaði hann við hond.
Har er eisini so nógv annað smart við teldum, alt møguligt sum tú knappliga kanst gera sjálv, plakatir, skáir, alskyns myndaviðgerð, tín egna tónleik, skáseta hvattaðskalvera, ja, satt at siga, so er tað so óendaliga nógv, sum tú kanst gera nú, og tú ikki kundi fyrr. Ella sjálvandi kundi tú gera tað fyrr, í ein vissan mun, við saksi og lími, við litblyantum og aðrari tekniútgerð, við ljóðførum og bandupptakarum, við kartotekskortum, - men tað var ikki tað sama kortini, úrslitið var ikki so professionelt, ikki so flott, ikki so lætt at finna runt í. Og fert tú út at alnótina er tað bókstaviliga onki mark fyri, hvat tú kanst finna av upplýsningum, undirhaldi, og annars alt líkt og ólíkt (ok, kanska mest ólíkt).
Men har er eitt teldur ikki eru, sjálvt um tað kanska onkuntíð hevur verið sagt. Tær eru ikki tíðarsparandi! Tú fart kanska gjørt eina fundar-, ella konsertskrá nógv vakrari og snøggari enn fyrr, men tað tekur ikki minni tíð enn við saksinum og líminum, tí nú tú hevur møguleikarnar, so vilt tú fegin brúka teir til fulnar, og tað tekur tíð! Tú kanst kanska leita skjótari eftir tilfari, nú tú hevur alnótina, men úrslitið verður ofta, at tú kortini nýir eins nógva tíð, ja kanska meiri, tí at tú nú fært atgongd til nógv meira viðkomandi tilfar, og tí skal nýta nógv longri tíð til redigering.
Og ja, um telduposturin ikki var uppfunnin, og eg hevði verði uttanlanda, ja, so hevði eg ikki fingið hatta áminningarbrævið, fyrr enn eg kom heim, og tá hevði tað verið ov seint at skriva nakra klummu, og so hevði eg spart hesar báðar tímarnar, eg endiliga havi frí millum tveir fyrilestrar................

Men annars so meini eg, at telduposturin er tað smartasta uppfinningin í hesi øldini :)

Monday, April 17, 2000

Eg meini tað: Ein farri av stórbýi.....

Ja, hevði satt at siga okkurt sovorið ordiliga álvarsligt mál, eg hevði ætlað mær at skriva um, okkurt sovorið at øsa seg um, at verða sjokeraðu av o.s.fr., men áðrenn eg skuldi seta meg við telduna, hendi nakað ótýdligt, ikki nakað stórt og ræðiligt á nakran hátt, bara nakað ótýdligt.
Havnin er broytt nógv hesi seinastu árini, ja, bara hesi seinastu trý eitt hálvt árini síðani vit stungu í sekkin og komu heim aftur til oyggjarnar.
Her í miðbýnum hava vit nú fleiri matstovur úr ymsum heimskrókum, vit kunnu frøða góman (fyri ikki at tala um búkin), við krásum úr Kina til Kolturs, úr Marokko til Mykinesar. Vit kunnu ganga á kafé um dagarnar og drekka cappucino og eta tertur ella pita-breyð, sum vóru vit í suðurlondum (ella bara í Keypmannahavn), og um kvøldarnar fara vit á pub og drekka irish cofée ella Pina Colada afturvið livandi jazzi ella "hyggepiano".
Spákar tú gjøgnum miðbýin eitt vanligt góðveðursvikukvøld, so ganga allastaðni fólk og smápráta. Fyrr var tað ikki fyrr enn um 2-tíðina vikuskiftisnætur, at býurin ýddi í fólki. Havnin hevur knappliga eftir nøkur heilt fáum árum fingið ein farra av stórbýi. Og tað er ein góður fjálgur farri, tí hann er jú tíbetur enn í rímiligum mátistokki, og verður neyvan ongantíð ov stórur heldur.
Men, - so var tað handan lítla ótýdliga hendingin, sum onki hevði uppá seg, - og tó.......
Tað, sum hendi, var, at eg traðkaði í ein, - ja tit kunnu sjálvi hugsa tykkum hvat, - beint undir mínum snóratræði, har eg skuldi til at hanga nývaskaði vælangandi songarklæðir upp. Við stórbýarfarranum er nevniliga nakað annað fylgt, sum tey flestu helst vildi verið fyri uttan.
Í stórbýum (ið vegna hóskandi stødd kunnu loyva sær at nýta hetta heiti) er eitt fólkaslag, sum ikki kann fara út at spáka einsamalt, men noyðist at hava ein hund sum umbering til at flyta apostlarnar. Ikki at eg á nakran hátt havi nakað ímóti, at fólk hava húsdjór, men húsdjór valdast. Hundur er ikki eitt djór, sum hugsar nakað stórvegis um reinføri á gongubreytunum og grasvøllunum o.s.fr. Alt í lagið, ein einstakur hundalortur á gongubreytini av og á, tað doyr ongin av, men tá tað, sum nú, er vorðið neyðugt altíð at hyggja niðurfyri seg, tá tú gongur til og frá arbeiði, so at tað ikki longur ber til njóta útsýni, og einar 4-5- ferðir á 15_minuttum stutta teinin oman úr barnagarðinum, ert noydd til at biðja sonin ansa sær fyri lortum, ja, so........... Aðrastaðni hava tey loyst hendan trupulleikan við antin at geva hudaeigarunum bót, um tey ikki samla lortin upp og taka hann við sær, ella sett fólk at koyra runt á motorsúkklum og samla inn.
Men alt gott um hundar annars...... Tað einasta eg komi at hugsa um, sum ger meg eitt sindur minni álvuliga við hesum stórbýarfarranum, tað er hetta, sum eg varnaðist í Danmark: Tað var vorðið vanligari hjá fólki at ganga túr við hundum sínum, enn við børnunum.
Vóni ongantíð vit vera so stórbýarkend, at vit fara at síggja gøturnar millum kaféeirnar og matstovurnar yvirsáddar við hundalortum, í staðinfyri foreldum við prátandi børnum...........

Tuesday, March 7, 2000

Eg meini tað: "Klokkan er hálvgun sjey........"

Tað er bara eitt, sum kann savna allar føroyingar, - samstundis, - hvønn dag, - fleiri ferðir um dagin. Tað er hvørki politikkur, ítrottur ella grindadráp, tað er: TÍÐINDI. Rætt og slætt tíðindi. Næstan allir føroyingar uttan undantak eta morgunmat ella koyra til arbeiðis lurtandi eftir morguntíðindunum (og ikki at gloyma at veðurtíðindunum) klokkan hálvgun 8. Flestøll leggja sær døgðurasteðgin soleiðis til rættis, at etið verður afturvið tíðindunum kl. 20 minuttir yvir 12. Og í flestøllum heimum ljóðar tað nakað soleiðis kl. hálvgun 7 á kvøldið: "Hússsjj, vit lurta efir tíðindunum, kanst tú ikki bíðja við at kloyma fingurin til aftaná!"

Hevði verið áhugavert at vita, um tey, ið hvønn dag oysa tíðindi niður í heilar okkara, eru greið yvir, hvussu stórt vald tey veruliga hava.....
Eru tey greið yvir, at tey satt at siga kunnu billa okkum næstan hvat-sum-helst inn, og tað vit uppá standandi fót vilja trúgva tí. Hvussu nógv munnu ikki hava følt seg nipnan 1. apríl, tá tey hava trúð uppá okkurt 1. apríl-skemt, sum var í tíðindunum? Sum lótu vindeyguni upp. tí kanónirnar á Skansanum skuldi roynast t.d.? Tí ivast í tíðindunum, tað gera vit ikki, hóast vit í skúlanum altíð fingu at vita, at man eigur at fáa upplýsningar frá so nógvum ymiskum keldum, sum gjørligt, fyri síðani at kunna døma um rættleikan av hesum.

Tá vit hugsa um hetta, so er tað løgið at hugsa sær til, hvussu nógv av tí, vit hoyra í tíðindunum, eru óneyðug og irrelevant tíðindi, lang tíðini um lítið og onki.
T.d. ein dag har bert eitt eittans innslag er uttanlandatíðini, og hetta bara er um ein óalmenna onki-uppá-seg vitjan hjá onkrum politikara í onkrum landi; - har tey í ítrottartíðindunum bera tíðinidi um, at onkur ætlar sær et seta eitt met, viðkomandi hevur ikki so frægt sum sett tað enn, tað er bara ein ætlan, ein hypotesa. Álvaratos, nær fara tey so siga frá um, tað ella tað listafólkið, sum ætlar sær undir at gera eitt verk, ella tann og tann, sum í teoriini ætlar sær upp á mánan? Fyri slett ikki at tala um, at tað sær út til at bera til at nýta vikur uppá uppihaldsloyvi hjá einum barni úr Cuba, tá tað eru børn aðrastaðni í verðini, ið avgjørt eru verri fyri.

Av og á kann eg ikki lata vera við at hugsa um, hvussu hesi tíðindi vera vald, hvørji kriteriir eru. Er tað tað, sum tey halda kann hava áhuga og fær fólk at verða sitandi við lurtitólið (tað skuldi jú líkasum verið óneyðugt her, har øll kortini lurta eftir øllum), ella er tað tað, sum hevur stórstan týdning hjá tí tíðindamanninum, ið velja skal tíðindini tann dagin? Og fyrst og fremt: Eru tíðindini ópartísk? Kunnu vit kenna okkum trygg fyri, at vit, meðan vit vera rura í blund av øllum teimum óneyðugu tíðindunum, sum fara inn gjøgnum eitt oyra, og út aftur gjøgnum hitt, ikki inn í millum verða fóðraði við tíðindum, ið eru litað av hugsanini hjá tíðindafólkinum ella kanska leiðsluni á stovninum, ið sendir tíðindini? Sum t.d. tá útvarpsmaðurin ger eitt ummælið av onkrum listarligum í tíðindunum? Eru ummælið ikki av principp altíð hugsanin hjá júst tí, sum ger ummælið og ikki almen tíðindi?
Nei, eg veit ikki, men onkuntíð nemur tankin við meg....

"Hússssjj, tig nú! Klokkan er hálvgun sjey!!!"

Monday, January 17, 2000

Eg meini tað: WH 100

Seinasta vikuskiftið stóð - fyri nú at nýta egnu orð hansara - í Williamsa tekni. Hóast vit ikki dugdu at virða flogvitið nóg nógv, meðan hann enn var millum okkum deyðiligu, duga vit kortini at virða hann nú, hann er vorðin ódeyðiligur.
Misskil meg nú rætt, nógv hava virt stjørnuskaldið, meðan tíð enn var, men tað munnu vera fleiri enn eg, sum fingu at vita í skúlanum, at William Heinesen las man ikki í føroyskum, tí tað var ikki føroyskt; við tí úrslitið, at man kom gjøgnum 12 ára skúlagongd uttan at hava lisið William um ikki av eintingum.
Men tað var ikki beinleiðis William, eg vildi tosa um, tað vil eg
ylata til tey um, sum vita meira enn eg, men nakað eg kom at hugsa um eftir hetta vikuskiftið, tá øll so óført róstu øllum, ið gjørt var burturúr hátíðarhaldinum.
Sjálvandi, hesaferð man tað hava verið av røttum at róst varð, men kortini løgið. Her í landinum har vit vanliga bara kunnu semjast um at vera ósamd, hví eru øll so samd? Ella vóru bara tey samdu spurd? Ella tordi ongin annað?
Kanska liggur sannleikin í mest tí seinna. Ongin torir alment at siga, at hann/hon ikki dámar nakað, sum øll onnur dáma. Dømi um hetta vikuskiftið er helst illa valt, men tað er kortini nakað sum er vanliga galdandi, tá tað snýr seg um at siga sína hugsan um nakað, sum er aktuelt. Landið er so pinkaevarska lítið, at tú veitst, at tú um ein tíma ella tveir kanst koma til at renna teg beint á tann persónin, sum tú júst hevur givið eitt lemjandi skoðsmál. Tí er best at skansa seg aftanfyri, “jú hat
yta var fínt”, “mær dámdi væl”, “frálíkt” “Gott!” og slík lítið og onkisigandi orð. So kunnu vit eisini dagin eftir hygga listarfólkið í eyguni og heilsa góðandag á gøtuni. Fyri tann, sum hevur lagt lív og sál í eitt skapanarverk, er tað sjálvandi hugaligt ikki at verða hálshøgdur, men munnu nógv ikki kortini sita eftir við einum mjølvutum smakki í munninum og hugsa: “guviti hvussu illa ella væl hasin veruliga dámdi tað, eg gjørdi”, ella “guviti hvat hann yvirhøvur fekk við av tí?”
Men alt í lagið, stakk man mær uttan ávaring eina mikrofon upp í nøsina, so hevði eg eisini sagt: “Ja, hatta er fínt. Mær dámdar frálíka væl!”, og lati mína innastu hugsan verði mína innastu hugsan, um hon var góð ella ring........
Har størri rásarúm er, kunnu ummælarar verða í leiklutið sínum sum bara ummælarar, siga sína hugsan uttan at stúra fyri hvørki at finnast at ella rósa, bert greina listave
xrið eftir førimuni, og seinni vera dømdur bara eftir síni stóru (ella manglandi vitan) um umtalaða evni. Í Føroyum ber hetta heilt einfalt ikki til, hvussu fegin enn vit vildu tað, tí tað menniskja, sum skapað hevur verkið, er okkum altíð nær onkursvegna, um ikki beinleiðis í skilskapi, so altíð í tíð og stað. Tí vil greining okkara altíð onkursvegna verða litað av persónligu vitan okkara um tað menniskja. Tú noyðist at vanda tær meingingarnar, - tú skalt vanda tær um meinginarnar, tí eitt ummælið verður her altíð tikið sum persónlig atfinning og ikki bara faklig atfinning, og eitt listafólk er ikki minni nærtikið enn vanlig fólk, helst tvørturímóti, tí tað útstillar alment sítt innasta í listini.
Ein atfinningarsom umtala er ikki bara ring, tað veldst um hvussu grundgivið verður fyri tí, um ummælarin er sakligur; men sjálvandi, er atfinningarsemi lemjandi bara fyri at vera
lemjandi, ella enn verri: háandi, so hjálpir tað ikki tí skapandi mennskjanum yvirhøvur. Soleiðis er ein bara positiv umtala heldur ikki til aðra hjálp, enn til kanska at stuðla, men tað kann líkasum eisini verða neyðugt av og á. Kanska hevði tað verið klókari at bara ummælt nakað, har tú bæði hevur nakað gott siga og nakað at finnast at, - tað hevði kanska verið tað besta princippið at gingið eftir her í okkara lítlu verð? Hví særa fólk óneyðuga, ella skamrósa teimum?
Forlagið Fannir hevur akkurát givið út bók, har Stjørnuskaldið undir Varða júst ummælir samtíðarlistafólkum sínum við einum hjartalagið, ið allarhelst man hava hjálpt nógvum ungum listafólkum áleiðis. Hetta er kanska tann besta lærubók nakar ummælari kann fáa........