Monday, February 17, 2003

Eg meini tað: Ein lítil, ikki heilt ókend søga

Tveir dreingir, ein stórur og ein lítil, eru vorðnir óklárir. Tann stóri ákærir tann lítla fyri at hava eina vatnbyrsu, sum hann er ov lítil at handfara (sjálvur eigur hann eina ørgrinnu av vatnbyrsum, men tað er ein heilt onnur søga.....). Tann lítli noktar blankt, - hann hevur onga vatnbyrsu! Ella í hvussu so er ikki størri enn hann hevur loyvi til í sínum aldri.
Tann stóri sigur, at sleppur hann ikki heim til tann lítla at kanna, um tað er satt, so fer hann at hølva hann av.
”Alt í lagið meðni,” sigur tann lítli ræddur, ”kom so og kannað!”
Tann stóri setur treytir: hann skal sleppa at leita allastaðni, hann vil ikki órógvast og hann skal hava kannað alt innan 2 tímar (hóast húsini allarhelst eru ov stór at kannað eftir bara tveimum tímum). Gongur tann lítli ikki undir hesar treytir, verður hann avhølvaður.
”Ja, ja, ja, tað er í lagið!” sigur tann lítli.
Tann stóri kannar nú húsini væl og virðiliga. Tíðin er knøpp, og hann finnur onki, kanska onkra tekning, tann lítli hevur gjørt av stórum vatnbyrsum, men onki annað.
Nú verður tann stóri argur, og sigur, at hann kortini fer at hølva tann lítla av. Hann hevur verið til hindurs, tá hann skuldi inn í eitt skáp, og skumpa undir hann, tá hann skuldi upp á loft! Tað, sum alt satt at siga snýr seg um, at tann stóri hevur hug at hølva tann lítla av, sum, tá rætt skal vera rætt, altíð hevur verið heldur trælskur at hava við at gera.
Og hann samlar sær allar sínar vatnbyrsur, (sum hann ikki loyvir tí lítla at eiga) og onkrar stórar vinmenn, og ger seg til at leypa á, hóast aðrir vinir hjá honum halda, at hann eigur at kanna eitt sindur betri, og at nógvir vinir hjá tí lítla siga, at teir fara at ikki at lata hetta um seg ganga.......

Ja, tað ljóðar næstan skemtiligt sagt sum á hendan hátt, men skemt er tað ikki! Hví viðgongur sjálvútnevndi heimsløgregluovastin Bush ikki bara, at hann vil sleppa at ráða fyri allari oljuni (og øllum øðrum við fyri tað) í heiminum, standast hvat av í má? Ístaðin roynir hann at billa okkum inn, at hann er ”áh, so” rættvísur og verjir okkum fyri tí ræðuliga Saddam og øðrum (líka ræðuligum?) muslimum. Kanska er tað ikki so løgið, tá man verður lagdur undir at verða fólkafíggindi nr.1, og samstundis ikki hoyrir til tann ríka og vælbjargaða partin av heiminum, at man verður heldur argur sum frá líður og sleppur eini bumbu á ”passandi støðum”, ella líkasum flýgur eini tvey flogfør inn í súmbóli fyri pengavaldið í heiminum.Í ”Gods own country” halda tey, at ”med ondt skal ondt fordrives” og at tað meir enn so kann forsvarast at bumba ósekar irakar ella afganar fyri at raka ein einkultan oddafisk, hóast tað er ræðuligt at drepa ósekar amerikar av umleið somu ársøk. Har skilja tey ikki, at fyri eitt lík er tað líkamikið, um krútið tað doyðu av, var kristi ella muslimskt.