Tuesday, June 3, 2003

Eg meini tað: Fordómana vald

Tá eg búði í Fraklandi, var tað ein setningur, eg hoyrdi órógvandi ofta: “Franskmenn duga ikki mál!” (undirforstaðið, fremmand mál). Tað vóru franskmenn sjálvur, ið søgdu hetta. Og rætt er, franskmenn duga ikki so væl onnur mál enn sítt egna, (men tað duga tey harafturímóti sera væl). Men í roynd og veru hevur hetta onki at gera við eginleikan hjá franskmonnum at læra, men við fronsku skúlaskipanina. Málundirvísingin hevur gjøgnumgangandi verið ófullkomin og oftast bert teoretisk, við tí úrslitið, at franskmenn ikki kenna seg væl at tosa fremmand mál. Tá útlendingar so ferðast í Fraklandi er teirra inntrykk, at franskmenn eru ov stoltir at tosa enskt, hvat er rættiliga langt frá sannleikanum. (Sigast skal kortini, at yngra ættarliði nú tosar væl betur onnur mál, og at undirvísingin man vera væl batnað.)
Men høvuðsársøkin, til at teir ikki dugdu, er at teir so ofta hava fingið prentað niður í seg, at teir duga ikki mál! Hvør kann duga nakað, tú frá barnsbeini hevur fingið at vita, at tú ikki dugir! Altso kann ein fordómur hava ávirkan á málkunnleikanum hjá einum heilum fólki.
Men tað er ikki bara í Fraklandi, at tey hava fordómar viðvíkjandi máli, í Føroyum livir eitt sera avgjørt uppáhald, at føroyskt er ringt at skriva, og at tað er so at siga ógjørligt at læra tað ordiligt, og at tað bara eru nakrir akademikarar úti á Setrinum, sum veruliga duga tað.
Hyggur tú kring teg í samfelagnum, so kanst tú skjótt fara at halda, at hetta er ongin fordómur, men tann reini og skæri sannleiki. Bløðini er so á tremur við stavivillum, at ongin grein, hvussu lítið hon so er, er lýtaleys, - ja, sjálvt stórar yvirskriftir verða prentaðar við villum og fara út í handlarnar uttan at nakar varnast tað, - fyrr enn aftaná.... Tí hóast føroyingar kanska ikki duga at stava, so duga teir í hvussu so er at finna villur. Tað føroyska paradoksið.
Kemur ein bók út á føroyskum, kann ongin ummælari lata vera við at nýta ein triðing av ummæli sínum til stavivillurnar heldur enn til innihaldi í bókini og nógv eru tey, sum als ikki síggja ein tekst, men bara síggja villurnar, ið hava snýkt seg inn í hann. Hetta at finna villur er næstan ein fólkasjúka, men so má tað væl sagtans eisini vera tí at so nógvar eru, - ongin dugir at skriva! Og um ongin dugir at skriva sítt egna mál, so má tað væl vera tí tað er ov ringt! ov vísindarligt, - gjørt av málfrøðingum, ið bara hugsa um tað forna...... o.s.fr...... Vit hava hoyrt hatta alt hundrað ferðir, ikki neyðugt at endurtaka tað.... Nei, føroyskt er ov ringt at skriva! Simpulthen!
Men er tað nú veruliga so? Kann tað ikki vera nakað, ið líkist hasum franska syndrominum í tí? Er føroyskt so nógv ringari enn onnur mál? Tað ljóðar eitt sindur løgið í mínum oyrum. Eg meini so við, fronsk børn skriva franskt akkurá sum onki, og har eru heilt nógvir bókstavnir, ið ikki vera bornir fram, - vit hava hóast alt bara ð. Kinesisk børn læra at skriva kinesiskt, og tey skulu læra fleiri túsund tekn, vit skulu bara læra níggjogtjúgu. Finsk børn skulu benda í tólv (!) føllum, vit hava bara fýra. Og listin kundi allarhelst verið væl longri av málum, sum í hvussu so er ikki eru lættari enn føroyskt.
Men hvat er so galið? Eru vit so nógv býttari enn onnur? Hvussu ber tað til, at ein stórur partur av okkum koma út aftaná í minsta lagið níggju ára skúlagongd, (tey flestu nakað væl meira), og duga framvegis ikki at seta ð! (Eg við......)
Eg meini, at tað, eins og í tí franska trupulleikanum, er skúlaskipanin, ið eigur feilin. Ikki at læraranir ikki duga at undirvísa ella at bøkurnar eru ov vánaligar, men at ov lítil dentur verður lagdur á at læra at skriva, tá vit eru mest til reiðar at læra tað: tey allarfyrstu árini vit koma í skúla.
Fyri tað fyrsta byrja vit ikki í skúlanum, fyrr enn vit eru sjey ára gomul, hóast tær flestu kanningarnar vísa, at børn eru næmast um seks ára aldur. Tá vit so koma í skúla, eru vit har ikki meira enn nakar fáar tímar fyrrapartin í heili trý ár. Av hesum fáu tímum skulu vit eisini læra at rokna (hetta verður gjørt almikið av) og ymiskt annað.
Flestu aðra staðni í verðini ganga børn í skúla frá tey eru seks, og hava ein fullan skúladag frá fyrsta degi. Tað tykist ikki, sum tey fáa mein av hesum, (og ganga ikki og reika fyri vág og vind einsamøll seinnapartarnar heldur), og øll vanliga skilagóð børn duga at skriva sítt egna mál, tá skúlagongdin er av. Nei, føroyskt er ikki petti ringari enn onnur mál at skriva, vit læra tað bara ikki meðan tíð er!