Tuesday, February 10, 2009

Mínar bøkur

Bøkurnar hjá Rakel Helmsdal

Várferðin til brúnna
Skrímslasótt
Gott hugflog, Hugo
Myrkaskrímsl
Stór skrímsl gráta ikki
Nei! segði lítla skrímsl
Kom yvirum, Hugo
Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?
Søgur úr Port Janua
Tey kalla meg bara Hugo
Tey kalla meg bara Hugo


Wednesday, January 16, 2008

Alt, sum elskuligt er


Í miðøldini var vanligt, at tey ráðandi avgjørdu, hvør list var vælkomin og hvør ikki. Tann, sum ikki gjørdi list, sum hóvaði teimum ráðandi, máttu tiga, flýggja av landinum ella lata lív. Mentan, átrúnaður og politikkur hevði eitt og sama mál og var stýrt sama stað.
Miðøldin er ikki ein tíð, vit vanliga gera til fyrimynd fyri okkara samfelag. Vit tosa t.d. um at nakað er sum tann svarta miðøld, um út av lagið illa stendur til. Kortini var tað fyrsta eg hugsaði, tá eg læs brotið um mentan og list í stevnuskránna hjá Miðflokkinum, at hetta er at bumba mentanarpolitikk okkara aftur í svartastu miðøld.
Longu í fyrstu paragraffini stendur, at “mentanarpolitikkurin eigur at verða rikin samsvarandi kristna grundstøðinum.” Altso: Hvat mentan og list er, skal sambært Miðflokkinum avgerast í Løgtinginum!

Óhugnaligu paragraffirnar
Vit kunnu gjøgnumganga lógargreinarnar. Næsta greinin sigur, at “Flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan”. Altso: Ein sunn lívsáskoðan er javnsett við eina kristiliga áskoðan, og eftirsum tað bara er Miðflokkurin (flokkurin hjá kristnum samkomum í Føroyum), sum hevur hetta á stevnuskránni, so er ein sunn lívsáskoðan, altso tann lívsáskoðan samkomurnar hava. Eg veit ikki, hvussu hagtølini eru fyri átrúna í Føroyum, men tað er so ikki eitt fleirtal av fólkinum, sum er limur í samkomum. Altso Miðflokkurin vil stuðla sínum egnu!!
Grein trý: “Kristnar samkomur skulu hava góðar umstøður at virka í og hava loyvi til at arbeiða frítt eftir egnu sannføring og kunna ráða egnum viðurskiftum.” Jaso? Tær kristnu samkomurnar skulu sleppa at gera akkurát sum tær vilja og helst hava stuðul til hetta. Men hvussu sampakkar hetta við demokrati?
Og so hava vit grein fýra. “Samfelagið eigur at verja skrivi- og talufrælsið, men má mótarbeiða misnýtslu á hesum øki.” Men hvat er so misnýsla av skrivi- og talufrælsinum? Tað er lætt at lesa hetta sum, at øll nýtsla av skrivi- og talufrælsinum eigur at vera samsvarandi kristna grundstøðið. Er tað frælsið?
Men tað ringasta er eftir enn, nevniliga grein fimm: ”Niðanfyri endurgivnu orð Paulusar í brævinum til tey kristnu í Filippi vilja til allar tíðir vera virðilig sum mentanarpolitisk mál: "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!"
Altso: Føroysk mentan og list skal vera sonn og sámilig, rætt og rein og elskulig!! Og tað er Miðflokkurin sum avgerð, hvat hetta er.
Ímynda tær eitt samfelag, har øll mentan skal snúgva seg um tað fitta og elskuliga, tað sámiliga og tað reina. Hvørja list vildu vit havt? Vit høvdu sloppið at mála einglar, men ikki devlar, sungi í dur, men ikki í mol, skriva um kærleika, men ikki um hatur. Hvørjar søgur, hvønn tónleik og hvørjar myndir høvdu vit tá havt

Skýmingarløtu-mentan
Skulu vit trúgva tí, sum Miðflokkurin sigur, so eru allir føroyingar rætttrúgvandi kristnir, á teirra hátt at verða kristnir. Tey siga: Hvat fólk finna uppá privat, kann politiski myndugleikin ikki gera so nógv við, men tá vit fara eftir skattaborgarans peningi, skal peningurin sjálvsagt nýtast til virksemi, sum føroyingurin kann taka undir við.
Hervið er sagt, at tað einasta, sum fólk her á landi kunnu taka undir við, er slíkt sum er fitt og elskuligt og uppbyggjandi, stutt sagt ein “skýmingarløtu-mentan”. Her sipi eg til tær elskuligu, uppbyggiligu søgurnar í bókunum “Skýmingarløtan”, ið helst standa sum tann ultimativa bókmentagóðskan hjá Miðflokkinum.
Ímynda tær eitt samfelag, har øll mentan skal snúgva seg um tað fitta og elskuliga, tað sámiliga og tað reina. Hvørja list vildu vit havt? Vit høvdu sloppið at mála einglar, men ikki devlar, sungi í dur, men ikki í mol, skriva um kærleika, men ikki um hatur. Hvørjar søgur, hvønn tónleik og hvørjar myndir høvdu vit tá havt?

Bókmentir a la Miðflokkurin
Føroyingar vilja ikki lesa J.K. Rowlings, J.R.R.Tolkien, Philip Pullman, (tey skriva um hugflogsverðir, sum ikki byggja á kristna siðaarvin) Agathu Christie ella Dorothy Sayers, (har myrða tey fólk fyri eitt gott orð), Henry Miller ella Anais Nin (uha, tey eru so ólátað) og aðrar mætar rithøvundar. Milliardir av fólki í øllum heiminum kunnu altso mistaka seg, um hvat góðska er! Miðflokkurin veit best, hvat er góð mentan og hvat føroyingurin vilja hava.
40 bøkur á bókasavninum, høvdu føroyingar kunna lisið á føroyskum, 144 bøkur, høvdu vit tikið onnur mál við (allar skrásettar undir “kristiligar søgur”). Men í hesum reina og sámiliga mentanarlívinum, høvdu 40 bøkur helst eisini verið nóg mikið.

Myndlist aux Miðflokk
Føroyingar høvdu viljað og sloppið at hugt at myndum hjá t.d. Sigrun Gunnarsdóttur. Har sæst beinanvegin, at tær eru bæði kristiligar og uppbyggjandi. Michelangelo og aðrar klassikarar kundu teir so ikki hugt at, teir vóru kristinir og málaði átrúnaðarligar myndir, men teir vóru jú katolikkar! Helst høvdu føroyingar ikki so mikið sum kunna hugt at myndum hjá Ingálvi av Reyni, tí, hóast hann var av rættari trúgv, so sæst ikki týðiliga, hvat er í myndunum, og so ber jú til at ímynda sær hvat-tað-skal-vera! Fyri mín part kann eg siga, at ein skyldmaður og eg plagdu, tá vit vóru børn, at síggja eina rættiliga lítið ílatna gentu í myndini “Genta við vindeyga” hjá Ingálvi, meðan mamma hansara sá eina sera sámuliga gentu í somu mynd. Onkur annar kundi havt sæð okkurt heilt triðja og kanska minni kristilig í henni, tí tú skuldi hava gott hugflog fyri yvirhøvur at síggja gentuna.

Tónleikur v/ Miðflokkinum
Vaksnir føroyingar høvdu viljað lurta eftir Dupultkvartettini og børnini eftir “Eg eri ein K” og onkrum øðrum reinstemplaðum. Klassiskum tónleiki høvdu teir ikki kunna lurtað eftir, tí ein stórur partur av komponistunum eru ikki rætttrúgvandi og livdu helst ikki eitt rætt kristiligt lív, tak bara Mozart, (hann bæði drakk og skrivaði tónleik um harem (Die Entfurung) og annað ólív. Rocktónleikur hevði verið strangliga bannaður, um tað ikki vóru pent greiddir unglingar, sum skríggjaðu Jesus millum annaðhvørt orð, og jazztónleikarar, ja teir eru jú bæði ólátaðir og taka stoffir og eru heilt vist ikki rætttrúgvandi. O.s.fr. Country hevði helst sloppið innum perluportrið fyri tað mesta, tað nógva er av sama leisti sum “Skýmingarløturnar”.

Sjónleikur de Miðflokkin
Sjónleikur hevði ikki verið ein trupulleiki, sum føroyingurin skuldi taka støðu til, tí hann hevði ikki verið spældur aftur her á landi. Ongin sjónleikari við respekt fyri sær sjálvum hevur hug at spæla bíbliuleikir ella “Lítla Gutta” alla tíðina. (onki ilt um Lítla Gutta kortini J)

Frælsi d’Miðflokkurin
Nú sigur Miðflokkurin so pent: »Hvat fólk finna uppá privat, kann politiski myndugleikin ikki gera so nógv við.....« Altso, listafólk kunnu sleppa at gera, hvat teimum lystir, tí tað vildi helst verið eitt sindur ov ódemokratiskt at taka allan tann frælsa viljan frá fólki, men tey skulu bara ikki hava pengar til tað.
Nú eru fólk her í landinum (eg tori ikki longur at siga føroyingar, tí føroyingurin er so rætttrúgvandi, at man nokk ikki longur er partur av hesum bólki) ikki býttari enn fólk flest. Tey vita væl, at list ikki er nakað, sum tú verður ríkur av. Nevn mær EITT føroyskt listafólk, sum er millióningur! Nei, ha? Tú finnur onki.
Har eru lítlir og ongir pengar at tjena hjá teimum, sum fegin vilja nýta gávur sínar til at undirhalda og ríka lívið hjá øðrum fólki her á landinum.
At gera góða list krevur tíð og fyri at fáa hesa tíðina, so noyðist eitt lítið land sum Føroyar, at stuðla sínari list. Tú verður ikki úrmælingur av at arbeiða átta tímar hvønn dag við at skera fisk ella sita á skrivstovu og so nýta náttartímarnar (eftir at dagliga húsarhaldið er fingið til høldar) til at útinna tína list, hetta duga sjálvt tey góðtrúnastu skilja.
Og góða list vilja vit hava nú á døgum, tí vit fáa so nógva góða list uttanlands bæði gjøgnum miðlarnar, til keyps í handlunum og tá vit ferðast. Vit vita væl, hvat góð list er.
Vit fara ikki longur hvørt mansbarn av húsum, um eitt bygdafelag setur upp áhugaleik, nei, vit vilja, at leikarar okkara spæla eins væl og teir, vit síggja í sjónvarpinum og pallurin skal vera samsvarandi vælgjørdur. Hetta kostar pengar, nógvar pengar!
Men listafólk í Føroyum skulu ikki hava pengar til at gera góða list, um tey ikki »samsvara okkara kristna grundstøði«.

Tann svarta miðøldin
Eitt má Miðflokkurin gera sær greitt, og tað er, at um tann vanlukkan skuldi hent, at teir fingu nóg nógvar atkvøður til at gjøgnumføra valskrá sína á mentanarøkinum, so høvdu vit havt eina massiva útflytan, fyrst av listafólkum og síðani av øllum við hægri útbugving og øllum við einum sindri av viti í heysinum, tí tey høvdu ikki tímað at búð her, nú alt mentanarlív var sensurerað og vongskotið.
Men tað er kanska tað Miðaldarflokkurin vil. Avfólka landi fyri øll skilafólk, tí teimum einføldu er himmiríkið givið, ella okkurt slíkt stendur jú skrivað. Tey einføldu eru í hvussu so er øgiliga nógv lættari at billa alt møguligt inn og ræða til at tiga.
Miðflokkurin vil ikki, at mentanin og listin avspeglar veruleikan, sum hann er, soleiðis sum øll góð alheimslist onkursvegna ger. Nei, Miðflokkurin vil hava fitta og elskuliga list, líkamikið hvør sannleikin og veruleikin er.

Tann elskuliga Dolores
Miðflokkurin minnir meg mest um skaldsøgupersónin Dolores Umbridge, lærari í skúlanum Hogwarts, (sum jú eisini skal sensurerast burtur). Hon er so elskulig, so elskulig. Hon elskar ljósareytt og kettlingar á plattum, hon sigur, at onki ilt kann henda næmingum hennara (hóast øll við skili vita betur), og at tey ongantíð mugu lúgva, (les: siga nakað, sum hon ikki hevur loyvt teimum at siga). Tey skulu akta, verða góð og skikkilig uppá hennara máta. Gera øll sum Umbrigde sigur, so gongur alt gott. Sannleikin er bara tann, at Umbridge sjálv er ófatiliga ónd undir allari elskuligheitini, og at hon kávar út yvir sannleikan. Tey, sum ikki hugsa sum Umbridge verða revsaði.
Dolores Umbridge hevði stórtrivist í Miðflokkinum, har alt er fitt og elskuligt og tey, sum ikki síggja tingini við teirra eygum verða revsaði (les: fáa ongan stuðul).
Nú er tað tíbetur soleiðis, at Miðflokkurin ikki fær meira enn 3-4% av atkvøðunum og tí ikki kann gjøgnumtrumfa nakran elskuligheitsmentanarpolitikk, so hetta var sjálvandi bara eitt »worst-case-scenario«.

Sunday, November 2, 2003

Eg meini tað: “Tað kann ikki vera okkara trupulleiki!”

Í løtuni eru øll rakt av tí, ella hava verið ella fara helst at vera næstu dagarnar, í hvussu so er pessimistarnir. Tað eitur influensa, ella beinkrím. Vit ganga runt og hosta, snýsa og fýsa okkara virus út millum hvønn annan, tað fer frá heimunum til arbeiðsplássini, til barnagarðarnar, til skúlarnar og aftur til heimini og so framvegis.
Og fyrr ella seinni hava vit brúk fyri lækna, tí tað varð til meira enn bara beinkrím. Kanska tí vit noyddust út fyri tíðina, ella bara ikki høvdu tol at gerast ordiliga frísk, áðrenn vit settu ferðina upp aftur.
Við 40° í fepri noyðist tú út í bilin (um tú hevur ein slíkan), ella í taxabilin (so tú fært smittað taxachaufførin eisini) og út til læknan, sum annars plagar at áleggja fólki at halda seg inni, tá tey eru so mikið sjúk. Ein tímas tíð í bíðirúminum at skifta um bakteriur og virus við hini neyðardýrini í somu støðu, ofta pinkubørn, ið næstan bara ana, so fyriløgst av fepri eru tey. Tá tú at enda sleppur til læknan verður tú kanska sendur í røntguna ella á labratorii ella í hvussu so er á apotekið, alt meðan tú framvegis hevur so nógvan febur, at tú nóg illa skilur, hvat læknin sigur, og avgjørt ikki ert forsvarligur í ferðsluni. At biðja nakran koyra fyri teg, ber næstan ikki til, makin er til arbeiðis og ommur og abbar ansa hinum krímsjúku heima, ella so liggja tey øll somul snýsandi og sveittandi í songini. Hevði tú ikki lungnabruna, áðrenn tú fórt heiman, er stórur møguleiki fyri, at tú fært tað á túrinum, og í hvussu so er hevur tú smittað eini fimm-tíggju ólukkudýr á vegnum.
Hetta er ein løgin skipan. Ein skuldi trúð, at tað í veruleikanum snúði seg um, at fáa so nógv fólk so sjúk sum til ber uppá so stutta tíð sum gjørligt, - og eg sum helt at sjúkrahúsverkið skuldi spara?
Yvirhøvur kenst tað ikki skilagott, at tað skal vera neyðugt hjá sjúkum fólkið at fara at søkja sær læknahjálp sjálvi. Læknin er frískur, og átti at veri tann, ið fór út. Eg veit væl, at tað ikki eru kommunulæknarnir sjálvur, ið skulu brigslast fyri hetta, teir eru ov fáir, arbeiðsbyran er longu ov stór, og tí hava teir fingið álagt hesa skipanina, men álvaratos, hetta er burtur úr vón og viti! At noyðast at sleipa eitt smábarn við høgum fepri og t.d. hálsbruna út í storm og regn í ein kaldan bil (um tú hevur ein slíkan). Ella t.d. um tú hevur eitt tímalønt arbeiði: Sjúkradagpening fært tú ikki uttan læknaváttan, men tú noyðist at fara til lækna og eini 2-3 onnur støð við øllum tínum fepri og sita og bíðja at fáa pening, - og álvaratos, har man vera meira enn ein, ið hugsar, at tá tú kanst fara 3-4 ymisk støð í býnum fyri at fáa allar váttaninar, ja, mundi tú so ikki eins væl kunna verið til arbeiðis?
Eg skal ikki lovprísa privatlæknaskipanin í øðrum londum, tí hon er dýr og ger mun millum rík og fátøk, men ein sannroynd er tað kortini, at har taka læknanir sær væl betur av tær enn í Føroyum. Teir hjúkla um kundar sínar, tí teir vilja helst ikki, at tey fara at nýta annan lækna. Teir geva sær góðar stundir at práta við teg til viðtaluna og koma beinanvegin rennandi alt samdøgri, bilar tær so mikið, at tú ikki heldur teg til at fara út. At teir so skriva eina digra rokning á vegnum út aftur, kemst so ikki uttanum, og bert ein góð sjúkratrygging kann loyva tær, at ringja eftir læknanum, tá á stendur. Hvørgar skipanir eru framúrskarandi, men tað mátti borið til at havt eitthvørt millum hesar báðar, tí vist er tað, at tað er ikki nøktandi, at jagstra sjúk fólk av songini til at søkja læknahjálp, og avgjørt ikki nøktandi at hoyra svarið frá læknaskrivararnum, tá tú sigur, at títt barn er sera sjúkt, tú sjálvur hevur fepur, at tú ikki hevur bil og ikki hevur nakran at vera inni hjá hinum børnunum: “Tað kann ikki vera okkara trupulleiki!”

Wednesday, October 1, 2003

Eg meini tað: Viðmerkingar frá Føroyafelagnum móti Fótgangarum

Vit í Føroyafelagnum móti Fótgangarum vilja hervið koma við nøkrum viðmerkingum um ferðsluna sum heild og serliga í Havn. Tað er næstan bara jaligar viðmerkingar, tí vit í felagnum eru samd um, at vit øll gera eitt gott arbeiði fyri at forkoma møguleikunum hjá hesum tápulingum, ið fasthalda um rættindini til at brúka føturnar til annað enn at traðka á pedalar, nevniliga til at ganga.
Eitt sera gott dømi er vegaumvælingin í Havn millum Kommunuskúlan og Nonnuskúlan. Her hevur kommunan – púra óneyðugt – syrgt fyri, at gonguteigur er komin báðumegin vegin. Hetta mótmæla vit sjálvandi, tí tað rør jú framundir at nýta hesar fornleivdir.
Men tað vit vilja viðmæla í hesum føri, er tað skilagóða, ið her er gjørt: gongubreytirnar báðumegin húsarhornini í lítlu síðugøtuni er so smalar, at eitt fólk illa fær snara um húsahornið og als ikki tvey leiðandi og ein barnavognur hevur annað hjóli kroyst upp at húsinum og hitt úti, har bilurin ótolin stendur og bíðar eftir at sleppa út. Hetta er sjálvandi gjørt fyri at vísa á, at øll skilagóð foreldur eiga at koyra børn síni í skúla!
Eisini hava tey flutt gonguteigin, so at hann ikki longur er mitt millum báðar tær størstu gøturnar. Fyrr var líka langt hjá øllum at ganga. Nú er hann settur so, at tey, sum búgva vestanfyri skúlarnar hava fyrimun. Hetta er eitt greitt tekin um, at hann bara er har til pynt, tí tað neyðars barnið, ið óumhugsin foreldur hava sent til gongu í skúla eystanifrá, fer sjálvandi ikki í vindi og regni, tá skúlaklokkan ringir, at renna við tungari tasku til ein gonguteig, ið er í hinum endanum av gøtuni, men bara skáka sær millum bilarnar í sínum enda av gøtuni. Men sum altíð, eitt barn skal yvirkoyrast áður enn fólk skilja, at børn ikki eiga at ganga í skúla, men verða koyrd til dyrnar!

Vit vilja sum heild mótmæla, at har eru so nógv fólk, sum enn trilla barnavognar í okkara framkomnu tíð. Góðir bilstólar eru til!! Tað er forargiligt, at vit framvegis noyðast at steðga við gonguteigar og bíðja, meðan hesar treisku, seinføru mammurnar við sínum smátápuliga smíli trilla avkomið yvirum vegin. Aftur her gleða vit okkum yvir tað góða arbeiði, sum limir felagsins gera, at fáa tær at missa hugin til trillaríið. Vit steðga ikki á, fyrr enn tær hava koyrt fremstu hjólini á vogninum út á breytina (og tað gera tær sjáldan, uttan at vit steðga fyrst, tí tær stúra jú – av røttum – fyri lívinum hjá alvanum). Vit syrgja fyri at andlitsbrá okkara er ótolið og trumma niður á rórið við fingrunum. Eitt, ið nógv okkara nýta við góðum úrsliti, er at koyra so skjótt móti einum gonguteigi, at barnavognsfanatikarin sær, at vit ongan tjans hava at steðga til tíðina.
Men vit síggja fram til, at tað skjótt ongar trillimammur eru til í Havnini, tí Tórshavnar Kommuna krevur, at eigur tú eitt barn, skalt tú hava bil! Ansingarplássið skal jú kunna liggja á Hamrinum á Argjum ella Norðastahorni, hóast tú kanska býrt í Hoyvík.

Vit fegnast eisini um, at umstøðurnar hjá súkklistum her í landinum ikki verða bøttar, men heldur versna. Besta dømi um hetta eru teir rættiliga nýggju ringvegirnir í Havn. Her hava tey laga tað so væl, at avgjørt ikki er pláss fyri einum bussi og eini súkklu millum gongubreytinar og vøkru breiðu oyggjarnar mitt á vegnum. Harafturat er syrgt fyri, at ikki ber til at súkkla á sjálvari gongubreytini, gongubreytarkantarnir eru so høgir, at súkklisturin sorlar seg sundur, roynir hann at rulla niður av. Nei, her er vón fyri framman, skjótt fara allir súkklistar at hvørva.

Her vilja vit, hóast tað næstan ikki er neyðugt, eisini minna á eina av óskrivaðu reglunum hjá felagnum:
Regnar, so koyr skjótari!
Hetta er tí, at tá tað regnar, verða fótgangarar vátari, um vit 1) ikki steðga við gonguteigar, so tey mugu standa og bíða bil eftir bil eftir bil, helst upp í 5 minuttir, 2) syrgja fyri at koyra har hyljarnir eru størst og sprutta mest. Men sjálvandi er tað allarmest tí, at tað er sera umráðandi fyri bilførarar at koma fyrr fram, um tað regnar!
Har hava verið uppskot frammi um at skifta navnið á felagnum til Føroyafelag móti fótgangarum, súkklistum og barnavognum ella stutt og greitt til Føroya Bilelskarafelag. Á komandi aðalfundi verður atkvøtt um hetta.

Tuesday, June 3, 2003

Eg meini tað: Fordómana vald

Tá eg búði í Fraklandi, var tað ein setningur, eg hoyrdi órógvandi ofta: “Franskmenn duga ikki mál!” (undirforstaðið, fremmand mál). Tað vóru franskmenn sjálvur, ið søgdu hetta. Og rætt er, franskmenn duga ikki so væl onnur mál enn sítt egna, (men tað duga tey harafturímóti sera væl). Men í roynd og veru hevur hetta onki at gera við eginleikan hjá franskmonnum at læra, men við fronsku skúlaskipanina. Málundirvísingin hevur gjøgnumgangandi verið ófullkomin og oftast bert teoretisk, við tí úrslitið, at franskmenn ikki kenna seg væl at tosa fremmand mál. Tá útlendingar so ferðast í Fraklandi er teirra inntrykk, at franskmenn eru ov stoltir at tosa enskt, hvat er rættiliga langt frá sannleikanum. (Sigast skal kortini, at yngra ættarliði nú tosar væl betur onnur mál, og at undirvísingin man vera væl batnað.)
Men høvuðsársøkin, til at teir ikki dugdu, er at teir so ofta hava fingið prentað niður í seg, at teir duga ikki mál! Hvør kann duga nakað, tú frá barnsbeini hevur fingið at vita, at tú ikki dugir! Altso kann ein fordómur hava ávirkan á málkunnleikanum hjá einum heilum fólki.
Men tað er ikki bara í Fraklandi, at tey hava fordómar viðvíkjandi máli, í Føroyum livir eitt sera avgjørt uppáhald, at føroyskt er ringt at skriva, og at tað er so at siga ógjørligt at læra tað ordiligt, og at tað bara eru nakrir akademikarar úti á Setrinum, sum veruliga duga tað.
Hyggur tú kring teg í samfelagnum, so kanst tú skjótt fara at halda, at hetta er ongin fordómur, men tann reini og skæri sannleiki. Bløðini er so á tremur við stavivillum, at ongin grein, hvussu lítið hon so er, er lýtaleys, - ja, sjálvt stórar yvirskriftir verða prentaðar við villum og fara út í handlarnar uttan at nakar varnast tað, - fyrr enn aftaná.... Tí hóast føroyingar kanska ikki duga at stava, so duga teir í hvussu so er at finna villur. Tað føroyska paradoksið.
Kemur ein bók út á føroyskum, kann ongin ummælari lata vera við at nýta ein triðing av ummæli sínum til stavivillurnar heldur enn til innihaldi í bókini og nógv eru tey, sum als ikki síggja ein tekst, men bara síggja villurnar, ið hava snýkt seg inn í hann. Hetta at finna villur er næstan ein fólkasjúka, men so má tað væl sagtans eisini vera tí at so nógvar eru, - ongin dugir at skriva! Og um ongin dugir at skriva sítt egna mál, so má tað væl vera tí tað er ov ringt! ov vísindarligt, - gjørt av málfrøðingum, ið bara hugsa um tað forna...... o.s.fr...... Vit hava hoyrt hatta alt hundrað ferðir, ikki neyðugt at endurtaka tað.... Nei, føroyskt er ov ringt at skriva! Simpulthen!
Men er tað nú veruliga so? Kann tað ikki vera nakað, ið líkist hasum franska syndrominum í tí? Er føroyskt so nógv ringari enn onnur mál? Tað ljóðar eitt sindur løgið í mínum oyrum. Eg meini so við, fronsk børn skriva franskt akkurá sum onki, og har eru heilt nógvir bókstavnir, ið ikki vera bornir fram, - vit hava hóast alt bara ð. Kinesisk børn læra at skriva kinesiskt, og tey skulu læra fleiri túsund tekn, vit skulu bara læra níggjogtjúgu. Finsk børn skulu benda í tólv (!) føllum, vit hava bara fýra. Og listin kundi allarhelst verið væl longri av málum, sum í hvussu so er ikki eru lættari enn føroyskt.
Men hvat er so galið? Eru vit so nógv býttari enn onnur? Hvussu ber tað til, at ein stórur partur av okkum koma út aftaná í minsta lagið níggju ára skúlagongd, (tey flestu nakað væl meira), og duga framvegis ikki at seta ð! (Eg við......)
Eg meini, at tað, eins og í tí franska trupulleikanum, er skúlaskipanin, ið eigur feilin. Ikki at læraranir ikki duga at undirvísa ella at bøkurnar eru ov vánaligar, men at ov lítil dentur verður lagdur á at læra at skriva, tá vit eru mest til reiðar at læra tað: tey allarfyrstu árini vit koma í skúla.
Fyri tað fyrsta byrja vit ikki í skúlanum, fyrr enn vit eru sjey ára gomul, hóast tær flestu kanningarnar vísa, at børn eru næmast um seks ára aldur. Tá vit so koma í skúla, eru vit har ikki meira enn nakar fáar tímar fyrrapartin í heili trý ár. Av hesum fáu tímum skulu vit eisini læra at rokna (hetta verður gjørt almikið av) og ymiskt annað.
Flestu aðra staðni í verðini ganga børn í skúla frá tey eru seks, og hava ein fullan skúladag frá fyrsta degi. Tað tykist ikki, sum tey fáa mein av hesum, (og ganga ikki og reika fyri vág og vind einsamøll seinnapartarnar heldur), og øll vanliga skilagóð børn duga at skriva sítt egna mál, tá skúlagongdin er av. Nei, føroyskt er ikki petti ringari enn onnur mál at skriva, vit læra tað bara ikki meðan tíð er!

Sunday, May 4, 2003

Eg meini tað: Føroyska krokodillan

Teir gomlu egyptarnir høvdu krokodilluna og kettuna. Indarar hava kúnna. Og føroyingar hava….. bilin. Tann heilaga privatbilin.
Vit eiga fleiri persónbilar pr. íbúgva enn flest onnur lond, og vit hava helst færri kilometrar pr. íbúgva at koyra teir á, enn flest onnur lond. Næstan øll húski eiga ein, og heilt nógv eiga tveir, og øll ”bedýra”, at tey avgjørt ikki kunnu liva hann fyriuttan. Øll gjalda ein størri part av mánaðarlønini til rentur og avdrag, brennievni, vegskatt, trygging og umvælingar enn tey vilja viðganga, hóast tey vita, at tey kundu tikið ein hýruvogn minst eina ferð um vikuna alt árið runt, og kortini ikki komi upp í námind av somu upphæddini.
Havnin er púra yvirsvomin av teimum, bilkøirnar og ferðsluknútur liva væl upp til teir í stórum londum við milliónabýarferðslu, og har verða allarhelst søgd eins nógvar illbønir og klikt líka ótolið við fingrunum niður á rórið um morgunin klokkan fimm minuttir yvir átta, sum allar aðrar staðni í verðini.
Bilar skulu hava rætt at koma runt allastaðni, ongin hevði verið fegnari enn føroyingar, vóru allir handlar drive-in. Parkering skal vera loyvd allastaðni, frammanfyri trappur, uppi á gongubreytum (serliga har gongubreytin longu er í smalara lagi ella har ein lyktapeli er), líkamikið um tað ikki ber til hjá fótgangarum og barnavognum at sleppa framvið. Parkeringsvørðurin er fólkafíggindi nr. 1.
Um veturin skulu vegirnir sjálvandi ruddast fyri kava, saltast og grúsast, tí bilarnir teir mugu so sleppa fram! At kavin so liggur sum smáar fjallaketur uppi á gongubreytunum, tað gerst ikki við. At tað eisini er týdningarmiklari at salta vegirnar enn gongubreytirnar, tað skilur ein og hvør, og at skúlabørn skulu ganga eftir glerstoyttum gongubreytum klokkan átta um morgunin við vanda fyri at glíða út á vegin, tað má so bara vera ein vandi, vit mugu liva við í einum privatbilistsamfelagi.
Vit taka øll helst koyrikort, so títt og knapt vit fylla 18, men at kanska minst helvtin av okkum ikki eru egnað til at koyra, er ongin sum kannar. Tað at koyra bil krevur næstan ómenniskjansliga konsentratión, tú skalt ikki bara ansa eftir, at tín bilur verður væl koyrdur, men eisini ansa tær fyri øllum øðrum bilistum, súkklistum, fótgangarum, hundum, kettum og smáfulgum, vindi, avfalli og ljósviðurskiftum, síðugøtum, sniðgøtum, rundkoyringum, vegkrossum, gonguteigum og alskyns skeltum. Sum var hetta ikki nóg mikið, so skalt tú eisini ansa eftir, at tú ikki koyrir ov skjótt ella seint, ikki pressar motorin, at brennievni er á, at tú ikki hongur á koblingini, at ljósini nú eru røtt til røttu umstøðurnar. Tú skalt práta við síðumannin/konuna, við børni á baksetrinum og (helst ikki) taka fartelefonina og avtala (ella avlýsa) fundir.….. At í alt kanst tú taka fyri givið, at onki vanligt fólk fær savnað seg um alt hetta í senn og øll tískil hava løtur, tá tey ikki eru so ansin og vakin, sum tú eigur at vera, tá tú hevur títt egna og nógv onnur lív í hondunum/rórinum.
Størsta próvgrundin fyri, at øll skulu hava privatbil, er, at tað er tíðarsparandi. Men er tað nakar sum hevur roknað út, hvussu nógva tíð tú sparir, í mun til hvussu nógva tíð tú nýtir til at 1) vinna tær pening at hava ráð til bilin 2) at taka tær av bilinum (viðlíkahald, eftirlit….) 3) at bíðja í trafikproppum 4) at finna parkeringspláss og ganga til og frá parkeringsplássinum……..

Við vanda fyri at verða lúnsjað, fari eg nú at koma við eini utopi:
Hugsi okkum, at privatbilisman var avtikin! (orsaka, orsaka, eg veit tað er blasfemi, men vit spæla bara!) og vit í staðin høvdu eitt vælvirkandi net av almennari ferðslu, - bussar fimtahvønn minutt allastaðni í býnum og minst hálva hvønn tíma millum bygdir. Fyrimunirnir høvdu verið næstan óteljandi:
1) Vit høvdu havt eitt lið av sera góðum bussførarum, ið bert nýttust at ansa eftir hinum bussunum og ikki øllum teimum hálvvánaligu (og vánaligu) bilførarunum.
2) Nógv fólk høvdu havt meiri pening millum hendurnar, - ella styttri arbeiðstíð, tí teimum ikki nýttist at arbeiða fyri bil.
3) Nógv høvdu verið sunnari, tí tey oftari høvdu runnið aftaná einum bussi, og kanska gingið til næsta steðgistað, var veðrið gott.
4) Samfelagið hevði sloppið undan stórum útreiðslum av sjúkrahúsviðgerð aftaná ferðsluóhapp og ringa heilsu av at sita ov nógv í bili.
5) Fólk høvdu prátað meira saman ella lisið fleiri bøkur, tí tað ber væl til í bussum, tá tú ikki noyðist at vera 200 % konsentreraður um at koyra.
6) Sunnudag kundu fólk gingið túr ístaðin fyri at vaskað bil.
7) Tað hevði ikki bilað um tú koyrdi fullur, bara tú ikki spýði á bussføraran.
og og og…. tú kundi hildið á…
Gamaní, landskassin hevði fingið minni inn í avgjøldum og vegskatti, men mundi tað ikki skjótt verið spart inn í útreiðslunum, ið stóðust av bilismuni? Parkeringsvørðar og ferðslupolitiið høvdu mist arbeiði og bilsølumenninir farið á heysin, men mundu hesir ikki kunna fingið eitt arbeiði at vaska tey hugnaligu, fjálgu busskýlini, sum sjálvandi høvdu verið á hvørjum horni ella til at hjálpa gomlum og barnakonum upp í bussin?Ja, utopi er tað í privatbilismunar paradísi, men heldur tú veruliga at tað ljóðar so keðiligt?

Monday, March 24, 2003

Eg meini tað: Býarinnar hjarta

Rólig fet upp einar stuttar trappur, hurðin fer upp, eitt lot kemur inn við einum vitjandi.
„Halló!”
„Hey er tað tú!“
„Langt síðani!“
”Kann eg seta meg her?”
”Ja, endiliga”.
Her angar av kaffi, sigarettum og hálvvátum jakkum, men tað er tann hugnaligasti lukturin, tú kanst hugsa tær, tí hann angar av vinsemi og traditiónum.
Gjøgnum gluggan síggjast innanífrá vindgosin fólk á gongugøtuni, uttanífrá prátandi vinfólk, ið kanska hava hitst her hvønn einasta dag í 20 ár, ella nýligani hava hitast ella kanska hittast fyri allar fyrstu ferð, fyri síðani at fylgjast restina av lívinum.
Reyðmálað borð og stólar, gluggatjøldini stríput, veggirnir pryddir við grønum panelum og Jack Kampman. Síðani tíðarinnar morgun, ella onkuntíð tá, hevur tað sæð út soleiðis, í hvussu so er hava broytingarnar verið so smáar, at tú ikki hevur meira enn varnast tær.
Allarhelst gekk omma her, tá hon var ung. Sjálv kom eg her sum barn saman við mostir, og vit systkinabørnini spældu gitispæl við sukurmolunum. Síðani kunnu tímarnir, eg havi sitið her, ikki teljast, tað verða mánaðir tilsamans, okkurt árið var tað ein til tveir tímar um dagin! Børn míni hava fingið tað inn við móðurmjólkini, bókstaviliga....
Hetta er hjartað í Miðbýnum. Her er tað, tú hittir vinir og kenningar, alt árið. Her er tað, tey lesandi niðrifrá koma inn, so skjótt tey koma heim, tí her kenna tey seg heima, her hitta tey fólk. Her fert tú við børnunum ein hugnaligan leygarmorgun, og ongin argast um barnagrát ella smáar føtur, ið renna eitt sindur um rúmið. Her fert tú inn at kroka og fáa hitan í kroppin ruskveðursdagar og at deila tína fragd yvir veðrið sólskinsdagar, ella tekur kaffimunnin út við tær og setir teg á Ebenezertrappuna. Alt ber til. Her er onki múlatrútni, um tú situr og lesir avísir og sussar í ein tíma ella báðar tveir og bara fær tær ein kopp av kaffi. Her hittast gøtusóparar og politikarar, handilsfólk og arbeiðsleys, skúlalærarar og lesandi, smábørn, ommur og abbar, krabbagoggur og handilsferðandi, elskandi og fíggindar, svøk og vanlig keðilig, og pláss er fyri øllum, um ikki við sama borð, so næstan.
Og so ein dagin brestir bumban:
„Hevur tú hoyrt? Kondittaríið skal lukka!“
„NEI!” Tað kennist sum eitt neyðarróp. Tað ber heilt einfalt ikki til. “Man kann ikki lukka Konditaríið!”
Er onki Kondittarí í Miðbýnum, ja, so er stutt sagt ongin Miðbýur, bara ein sokalla gongugøta, har bilar til ein og hvørja tíð hava fyrstarætt og nakrir handlar, sum tú eins væl kanst finna í sølumiðstøðini. Ongastaðni at fara inn at prátast ella kroka, - bæði eru lívsneyðug í Føroyum, - ikki at kunna kanst siga: “Vit hittast á Kondittarínum!”, ja, onki “morgunstað” í øllum býnum, ja, uttan cafeteria í Svimjihylinum.... Alternativið verður at útseta alt til um døgðuratíð og hittast í SMS! (áh nei!) ella onkrum pizzaria (hvør tímir tað?) ella Hafnia (hvør hevur ráð?).
Møguleikin er sjálvandi til staðar, at onkur annar tekur yvir, men tað er ringt ikki beinanvegin at síggja onkra ræðumynd fyri sær: t.d. at hugsa um, hvat hendi við “Klaptræet”, tann lítla biografkaféein í Kbh. Hon var upprunaliga ein hugnalig eitt sindur myrkt innrætta kafé tapeserað við gomlum filmplakatum frá filmsøgunar morgni og við myrkum kanska eitt sindur slitnum træmøblum. Einferð í seinni helvt av 80’unum fann okkurt ljóst høvd uppá at skifta gomlu filmplakatirnar út við nýggjar 80’ara-filmar og møblarnar út við kalt stál, so grundleggjandi keðiligt, at tú eftir broytingina bert setti beini har eina ferð fyri at venda beint út aftur. Her í Havn er ringt ikki at stúra fyri, at Kondittaríð verður til eina cowboy-look-alike pizzabarr, har tú heldur ikki setur beinini meira enn ta einu ferðina, ella allarhelst slett ikki, fyri ikki at fáa tey góðu minnini oyðiløgd.So man kann helst ikki gera annað enn at biðja til hægri maktir um, at tey ella tann, ið yvirtekur Kondittaríið, fer at vera ein, ið hevur gingið her alt lívið, ja, allarhelst fekk tað inn við móðurmjólkini, og tí veit, hví hetta at síggja til so lítilatna staðið er so serstakiliga sermerkt og lívsneyðugt fyri Havnina.