Thursday, September 2, 1999

Mary-Celeste

Skriva til summarsendingina Kon Tiki hjá Birgir Kruse í ÚtvarpinumNú seinasta kvøldið áðrenn Kon Tiki leggur upp fyri veturin, vil eg siga tykkum ta gátuføru, men sonnu søguna um briggina Mary-Celeste.

Tann 4. desember 1872 kom skiparin á trímastruni Dei Gratia, Moorhouse kapteynur, á veg úr New York fram á eitt skip, ið bert silgdi við einum klyvara og stakfokkuni, og sum eins og hann var undir amerikonskum flaggi.Teir varnaðust beinanvegin, at briggin helt eina sera óstøðuga kós, og so skjótt teir vóru nóg nær, signaleraðu teir. Har kom onki svar.
Nú teir nærkaðust, sá Moorhouse, at briggin var ongin onnur enn Mary-Celeste, skipið, sum vinmaður hansara Benjamin Briggs førdi, og sum var farið úr New York sama dag sum Dei Gratia, tann 7. november.

Moorhouse kapteynur sendi ekkafullur tríggjar mans umborð á Mary-Celeste.

Fyrst stýrimaður, Deveau, ein av teimum trimum, segði soleiðis frá:"Tá vit komu umborð sóu vit, at ongin var við rórið, og tað stóð einsamalt og snaraði úr einari ætt í hina. Vit vóru um alt skipið av dekkinum og niður í lastina, men har var ikki eitt menninskja. Í lastini var nakað av sjógvi, og á millumdekkinum og har afturi var farvegur eftir sjógvi, men onki hættisligt. Lastalúkurnar vóru opnar, tann eina lá og sløddist eftir dekkinum, kumpassin var brotin, og báðir bjargingarbátarnir vóru burtur. Heldur ikki sekstanturin og onnur navigatiónstól vóru í kahúttini hjá skiparanum, bert skipsdagbókin lá eftir, og seinastu ferð skrivað var í hana, var 24. november.

Í manningarrúminum hingu oljudansar og koyggjusekkir ruddiligir og klæðir hingu á snóri. Ongi spor av harðskapi vóru nakrastaðni. Í kahúttini við síðuna av skiparans funnu vit eina stovuurgu og eina stóra kistu við kvinnu- og barnaklæðum og leikum. Í lastini vóru tunnur við hvalalýsi og aðrar við brennivíni. Tá vit heldur skundisliga vildu sleppa okkum av hesum óhugnaliga kvirra skipinum, hoyrdu vit eitt mjarr úr kabússuni. Í einum skápi sat ein svørt, grønoygd ketta. Tíverri kundi hetta eygnavitni ikki annað enn at mjarra."
Moorhouse kapteynur og manning hansara sleipaðu nú Mary-Celeste til Gibraltar, har teir koma inn tann 12. desember.

Í sjórættinum kom fram, at umborð á Mary-Celeste høvdu verið Briggs kapteynur, kona og dóttir hansara, ein yvirmaður, ein kvartermeistari, seks matrósar og ein kokkur. Í lastini vóru tunnur við brennivíni, so almenni ákærin ímyndaði sær hesa frágeiðingina:"Matrósarnir á Mary-Celeste kunnu hava drukki seg fullar, myrt skiparan og húski hansara, yvirmannin og kvartermeistaran og blakað líkini fyri borð. Tá seinni er runnið av teimum, og teir hava varnast ógerðina, teir hava gjørt, munnu teir vera farnir av skipinum, og er helst upptikinir av øðrum skipi."

Onki kom nakrantíð fram, sum staðfesti hesa frágreiðing, men heldur onki, sum avnoktaði hana. James Winchester høvuðsparteigarin í Mary-Celeste, upplýsti, at stovuurgan var ogn Mrs. Briggs, og at tann eini av bjargingarbátunum, var tikin av Mary-Celeste til umvælingar, áðrenn hon fór úr New York 7. november. Í sjórættinum tann 24. mars 1873 var avgjørt at geva Moorhouse kapteyni og manning á Dei Gratia ein fimtapart av virðinum av Mary-Celeste íroknað lastina í bjargingarløn, altso 1700 pund sterling.

Í 1913, 40 ár seinni, bíður blaðstjórin á londonarblaðnum Strand Magazine høvuðsritstjóra sínum til fundar:

- Blað okkara hevur ikki líka stórt upplag, sum kappingarneytar okkara, so eg havi avgjørt, at vit skulu taka søguna um Mary-Celeste uppaftur.
- Øll tosa um hatta, svarar ritstjórin, men ongin hevur nakrantíð loyst gátuna.
- Júst tað! Vit fara at endurgeva, hvat veruliga hendi, og so fara vit at biðja kendar rithøvundar um at koma við hvør sínar loysn, í stuttsøguformi!

H.G. Wells, Conan Doyle, Morley, Roberts vóru fyrsti spurdir, og teir játtaðu beinanvegin, og síðani fleiri kendir krimisøguhøvundar við teimum. Strand Magazine fekk eina ótrúliga framgongd í søluni. Túsundavís av lesarum skrivaðu inn og komu við ymiskum øðrum loysnum á gátuni, hvør meira ótrúlig enn onnur. Ein helt, at tað var kokkurin, sum var vorðin ørur í høvdinum og hevði eitrað øll, ein helt, at tað mátti verða eitt veldugt aldubrot, sum í einum hevði skola manning og ferðandi burtur. Nei, tað var ein yvirvaksin høgguslokkur, sum hevði tikið alt við sær; ella tað var gandur, onki at ivast í, har var jú svørt ketta umborð. Ja, onkur helt, at tað máttu vera marsmenn o.s.fr. Amerikanskir rithøvundar sendu sínar loysnir, J. L. Hornibrool segði tað vera sjórænarar úr Rif, sum høvdu gjørt tað, teir rændu ofta úti á miðum Atlantshavinum. Onnur meintu, at Moorhouse kapteynur og manning hansara høvdu gjørt tað av við øll, fyri at fáa bjargingarlønina.

Kríggi kom so í 1914, og fólk høvdu annað at hugsa um, men ikki so skjótt var tað yvirstaðið fyrr enn fólk aftur fóru at penta søgur saman. Nú var so long tíð gingin, at upprunaligu hendingarnar vóru meira ella minni gloymdar, og sjálvt tað sera álítandi franska blaðið Mercure de France greiddi í eini grein 15. oktober í 1921 frá, at tá Moohouse kom umborð á Mary-Celeste stóð maturin enn heitur á borðinum og at í kahúttuni hjá kvartermeistararnum funnu teir eina talvu har hann hevði skrivað: "Sera løgið, góða kona mín."
Í 1925 hendi so tað undarliga, at enski rithøvundurin Lawrence J. Keating í eini samrøðu við eitt londonarblað segði:
- Ongin Mary-Celeste gáta er longur! Eg havi loyst hana.
Hann segði seg hava funni tann einasta, sum var sloppin frá vanlukkuni við lívinum, kokkin á Mary-Celeste. Hann var yvir 80, og búði nú í eini lítlari bygd uttanfyri Liverpool. Pemberton skuldi hann eita.


Tvey ár seinni gav Keating bók út sum kallaðist: Seglskipi Mary-Celeste. Endaliga frágreiðingin uppá ta stóru Atlantshavsgátuna.
Hvussu sonn hendan søgan veruliga var, kunnu vit loyva okkum at ivast í. Hvussu var og ikki, so var kokkurin Pemberton ongantíð funnin, mest sannlíkt var, at hann ongantíð hevði verið til, og Keating hevði í allari frásøgn síni púra gloymt, at Briggs kapteynur hevði dóttur sína við umborð, at stovuurgan enn var á skipinum, tá tað var funnið, og ongi av nøvnunum hann gav manningini samsvaraðu við tann upprunaliga listan.

Enn er gátan um Mary-Celeste ikki loyst, og serliga nakrir spurningar standa eftir, m.a. hví tók Briggs kapteynur ikki skipsdagbókina við sær, tá hann tók alla hina navigatiónsútgerðina? Hvussu kundi eitt skip uttan manning sigla í 10 dagar, frá 24. november til 4. desember, 500 sjómíl, og ikki fara av kós? Um tey bæði skipini vóru farin úr New York saman dag, høvdu tey so veruliga mist hvørt annað úr eyksjón? Um ja, var tað so ikki eitt sindur ov ótrúligt, at tey hittust aftur á hesum veldiga havinum, undir hesum løgnu umstøðunum?

Spurningarnir eru enn fleiri, og munnu vit ikki øll hava ein lítlan hug til at gera okkara egnu frágreiðing uppá hesa gátuna?

Um nakar skuldi havt eitt framhald ella eina nýggja loysn á gátuni um Mary-Celeste, so er tú vælkomin at skriva tað inn í "comments". Tað hevði verið spennandi!

Monday, August 2, 1999

Noctiluca Milaris

Skriva til summarsendingina Kon Tiki hjá Birgir Kurse í Útvarpinum summarið 1999
Tað er heldur seint á kvøldið. Staðið er ein gomul sjómansølstova á kaiini. Inni er hálvaskýmt, luftin et tjúkk av pípuroyki, ølroyki og menniskjaroyki. Í einum króki spælir onkur uppá eina sorgblíða harmoniku.
Nógv fólk er inni, við flestu borðini hava 3-4 fólk stungið høvdini saman og sita og práta lágmælt, í krókunum sita teir einsamallu, ið helst hevur fingið ov nógv innanborða.

Við eitt borð mitt á gólvinum situr ein gamal hvíthærdur sjómaður, andlitið er reyðblettut av ov nógvum vindi og alkoholi. Veldugu slitnu hendur hansara næstan neyðhalda um ølkrússi. Alt kvøldið hevur hann sitið tigandi og start niður í borðið. Nú ressast hann knappliga og sigur við rópandi fullamannarødd:

- Tey siga, at havið bara tekur, men høvdu tey bara vita! Hoyri tað eg havi at siga. Tit høvdu ikki trúð tí, um tit so hoyrdu tað við egnum oyrum!

Øll ølstovan hevur vent sær ímóti honum, prátið steðgar, ja, sjálvt harmonikan steðgar næstan, ella spælir í hvussu so er ein óvanliga langan, spakuliga tóna. Næstan øll venda tó beinanvegin aftur til sítt prát, fullamannatvass er so vanligt her. Men gamli heldur á.

- Ja, eg sigi tykkum, tit høvdu ikki trúð tí, um tit sóðu tað vit tykkara egnu eygum!

Onkur setist nú av álvara at lurta eftir sjómanninum. Gamli kennir tað á sær, festir sær í pípuna, harkar og hevjar røddina eitt sindur afturat:

- Mær dámdi ongantíð, at tær komu umborð á Hydru, konufólk umborð á einum langfaraskipi, tað er ikki rætt, men skiparin ger sum honum lystir. Gamli froysir illsliga.

Tvíburðasystrar vóru tær, ikki meiri enn eini 5 ára gamlar, sum tveir dropar av vatni. Smáum einglum líkturat tær, men høvdu vit slept einum flokki av villum apum út á dekki, høvdu vit ikki havt meiri rok av teimum. Tær vóru allastaðni, afturi, frammi, í stýriborð, í bagborð, í kabússuni, í lugarinum. Manningin gekk øll sum hon var við hjartanum í hálsinum, altíð klár at renna eina hond út eftir einum barni sum hekk og spjálkaði í togverkinum ella grulvaði niður í lastina. Satt at siga var tað løgið, at tað vardi so leingi, áðrenn vanlukkan hendi.

Tað hevði verð av ringasta veðrið í tveir dagar, men móti kvøldið makaði hann vindin. Hetta var seint á summri, so ikki var myrkt fyrr enn næstan á miðnátt. Tá kom róp í.

- Komi upp á dekkið allir samlir, ljóðar frá skiparinum, hesa sjónina mugu tit ikki missa!

Teir, ið ikki eru á vakt, koma gruggutir upp, men steðga knarrinum í tí teir traðka upp á dekkið.Alt lýsur! Mastrar, tog, segl, ja allur skrokkurin á Hydru lýsur, og hvør einasti aldutoppur, á tí nú nógv stilnaða havinum er sjálvlýsandi. Mureldur! Ongantíð hevði eg sað so nógvan mureld sum hetta kvøldið.

- Klara góða, far oman eftir gentunum, sigur skiparin til konu sína, hetta mugu tær síggja.

Klara hevur hug at mótmæla, men kemur kortini løtu seinni upp við teimum svøvndruknu gentunum. Í tí tær síggja mureldin klárvaknað tær. Tær standa púra býttar og stara.

- Pápi, hvat er hatta?

- Hatta er mureldur, tað eru smá djór, sum eru blást upp úr havinum, Noctiluca Milaris eita tey.

- Noctiluca Milaris!? sigur ein av tvíburðunum undrandi, men loypur so aftaná hinari, sum er strokin aftur í reyv at stara niður í kjalarvørrin, sum lýsur allur sum hann er.

- Camilla, Carlotta klintir ikki upp! Eg havi sagt tað túsund ferðir! Tað er mamman sum rópar. Men ov seint er, áðrenn nakar fær gjørt nakað er tann eina av gentunum farin fyri borð.

- Camillaaaaaaaa! Carlotta skríggjar, skiparin brølar sum eitt ótt, øll manningin tysjar aftur í reyv. Bara Klara stendur eftir sum nelgd.

- Setið bátin út! Blakið bjargingarringarnar út. Rebið seglini!

Boðini frá skiparanum eru høpisleys. Hydra siglur fyri fullum seglum, hóast vit fáa steðga henni, og sett bátin út, fer smágentan langt síðani at verða horvin til tað tíð, eisini um hon fær fatur á einum bjargingarringi. Hon er jú bara eitt barn, og havið er kalt.

Ongantíð havi eg sæð nakra skipsmanning arbeitt so skjótt og væl saman. Bátur var settur út, meðan Hydra enn silgdi við helvtina av seglunum, og menninir róðu sum óðir.

Sjónin var bæði bergtakandi og óhugnalig. Báturin, árarnar og spruttið av árunum, sum legði seg á mennirnar lýsti alt sum tað var av mureldi og umborð hoyrdist grátur og tannagrísl.

Gamli sjógarpurin steðgar á eina løtu. Øll ølstovan situr í andakt og lurtar eftir honum, tú kundi hoyrt eina nál dottið á gólvið. Gamli nýtur tað.

- Sjálvandi var tað alt samalt til fánýtis. Menninir róðu runt og runt og leitaðu har tað kundi hugsast at vanlukkan var hend. Ímeðan fór ferðin meir og meira av Hydru, og at enda lá hon still. Har hoyrdist bara higstrandi gráturin av Klaru og aldurnar, sum spakuliga slógu móti skrokkinum.

Tá brádliga rópar hin tvíburðasysturin, sum øll tykjast hava gloymt hesa løtuna:

- Hygg mamma, hygg Camilla! Noctiluca Milaris hevur hana!!

Klara og skiparin leypa yvir stýriborðsmegin har Carlotta peikar.Ja, eg sigi tykkum, hevði eg ikki sæð tað við mínum egnu eygum, so hevði eg ikki trúð sjónini eg sá. Langt burturi á svarta náttarhavinum sást ein lýsandi blettur, og frá honum gekk ein lýsandi tráur inn til Hydru, ja beint til har sum Carlotta stóð og peikaði.

Menninir í bátinum varnaðust tað, og róðu straks móti blettinum. Ja, tit siga púra vist, at hetta ber ikki til, men eg veit tað, tí eg sá tað. Tá Camilla fór fyri borð, datt hon niður á ein stóran flaka, sum lá og rakst á havinum. Hon var svímað, men tað var alt.

Ja, eg veit, eg veit. Har er alt ov nógv sum ikki ber til. Hugsi tykkum hvat var hent, hevði Hydra ret á handan flakan, so vóru vit øll kanska farin. Hugsi tykkum, um ongin mureldur var, so hevði Carlotta ikki sæð flakan. Og hevði hatta lýsandi bandið ikki verið, hevði hon heldur ikki sæð hann. Og hvat var hatta bandið?

Eg dugi ikki at svara uppá hatta, eg veit bara, at tað var so. Noctiluca Milaris gav Camillu frá sær aftur, havið gav okkum barnið aftur.

Gamli tigur. Nú hann hevur sagt søgu sína, er tað sum alkoholið aftur vinnur á honum. Hann starir niður aftur, og fáar minuttir seinni liggur hann og svevur niður á borðið. Hann rýtur harðliga.

Monday, March 15, 1999

Dreymur Jóansøkunátt - - ein hávetursdreymur (ummæli)


Leygarkvøldið 6. mars stóðu himmal og jørð í einum, útideyðaveður munnu teir gomlu hava kalla tað. Tað kendist undaligt at stríðast oman í Norðurlandahúsið pløgandi gjøgnum kavarúgvunar mitt úti á Norðara Ringvegi við uml. einum centimetri av kava frá topp til tá, meðan flykrurnar pístraði so í eyguni, at tað var so at siga ómøguligt at síggja tann eina fýrahjólstrekta bilin, sum hóttaði sær út hetta kvøldið, fyrr enn hann var beint framman fyri mær.

Eg vantaði satt at siga, at alt fór at vera avlýst, tá eg vann har oman, alt annað í verðini var jú longu avlýst vegna vetur, øhh veður......, men nei, úr kavarúgvunum sum komu inn um hurðarnar í Norðurlandahúsinum komu veitsluklødd fólk við reyðum kjálkum og oyløgdum frisyrum og eyguni lýsandi av entusiasmu og vindi.

Hetta var sanniliga lagnunar speisemi: at himmalin nú gav Grímu eitt meistaraverk av einari kavaódn í føðingardagsgávu, nú tey góvu okkum teirra meistarligu miðsummardreymir, sum teirra føðingardagsgávu til áskoðaran.

Ja, tit síggja tað helst longu, hetta er ongin kritikkur, hetta er eitt fagnaðarróp, eg kann ikki annað.

Satt er tað, at eg gleddi meg ótrúliga nógv og leingi frammanundan til hesa sýning. Havi í eini 13-14 ár átt eina sera vakra útgávu av “En Skærsommernatsdrøm” prýdda við tekningum einari Ludmillu Balfour, sum eg aftur og aftur eri vend aftur til, tí hon er so stuttlig og so vøkur. Nú skuldi eg so niðan at hyggja at hesari bók “live”. Her høvdu Gríma og Eyðum Johannesen nógv at liva upp til; tær fyrstu myndirnar, tú gert tær av nøkrum, tykjast tær altíð onkursvegna at vera tær rættastu, og ongin skal koma og broyta tær. Men tey kláraðu tað, og meir enn so.
Har stóðu tey so knappliga øll sprellivandi, Oberon, Titania, Púk og øll hini, og tey vóru bara, sum eg hevði ímynda mær tey, líka vill, líka stuttlig og líka livandi.

Ria Torgarð var óbetaligi sum tann hvørki- ella tvíkynjaði Púk, ómøguligt at vita hvat frekt skálkabragd, hon mundi fara at finna uppá næstu ferð, tí alt stendur jú ikki í handritinum.

At ávikavist Teseus og Oberon, Hippolyta og Titanina vóru spæld av somu tveimum persónum, nevniliga Páll Danielsen og Súsonnu Torgarð, var sera beinrakið, tey vóru so tignarlig sum hertogi av Athen og drottning hjá amasonunum, og sjálvt um tygnin enn var har, tá tey vóru álvakongur og -drotning, so lýsti skálkurin úr eygunum á teimum.

Tey fýra ungu Helena (Kristina Hansen), Helena (Katarina Nolsøe), Lýsander (Anfinnur H. Jacobsen) og Demetrius (Allan Dalsgarð) vóru so full av orku og kenslum, at man næstan misti ondina, - ótrúligt at tað skal bera til at spæla Shakespeare og so gera so nógv annað samstundis. Tá springknívarnir komu fram a la Westside story, var tað ringt at halda kaldasveittanum aftur.

Og so var tað Egi Dam sum ásni og vevarin Vaðmal, Laura Joensen sum kloddakonan Kíla Fía, og Elin á Rógvu sum skraddarin Svangi og eitt tað stuttligasta og meinaleysasta ljónið, man kann hugsa sær, saman við Gundur Mortensen og Gudmundi Lindenskov vóru tey bæði álvar og hesir góðu amatørsjónleikarahandverkararnir úr Athen, sum settu eitt so herligt punktum á leikin, tá tey framførdu tann kiksaða leikin um Pyramus og Thisbu undir skeltinum "Gríma 20 ár".

Eg skal ikki taka nakran ella nakað burturúr, tí leikurin var veriliga ein heild, onki var óneyðugt ella for nógv ella for lítið, men eg rokni við, at tað verður nokk álvakongurin Oberon, sum longst fer at standa eftir í minninum.

Har eru so nógvar detaljur, sum eg havi hug at nevna, tónleikurin sum gjørdi alt so lætt, ljósið og pallurin og búnarnir, og serliga kropsmálingina, sum alt bara var, akkurát sum tað skuldi, og tær herligu, villu anakronismurnar sum í heilum fingu allan salin at ringja sær í látri, men eg skal ikki siga so nógv afturat, enn eru nakrar sýningar eftir, vil ikki taka magiina frá teimum, ið enn ikki hava verið og hugt.

So í harrans navni, skundi tykkum og keypi atgongumerki, hetta er sovorið sum ikki kemur aftur soleiðis í bræðið, um tit vistu, hvat tit mistu, høvdu tit ikki fyrigivið tykkum sjálvum. Og eg ætlið mær at hyggja eina ferð afturat, so tað plássið er upptikið........

Wednesday, July 15, 1998

Luftigir miðlar

Loftmiðlaummælið skriva til Loftmiðlablaðið "Úr luftini" í Dimmalætting, juli 1998

Fyri nøkur fólk byrjaði summarið mánadagin, fyri fyrst ferð í langa tíð settu tey nøsina útum og uppdagaðu, at summarið var meir enn hálvrunnið, ja, nú tú sært aftur summi, sum tú av onkrari løgnari ársøk ikki hevur sæð úti um kvøldarnar í yvir ein mánað.
Hmmm ja, HM-fótbolturin er av, og eg skal vera tann fyrst til at siga, at hóast eg lá í fastasvøvni, áðrenn fyrsti hálvleikur av finaluni var av, so eri eg sera fegin um úrslitið. Tað er altíð stuttligt, tá tey sum vinna, eru tey sum hava uppiborðið at vinna. Frakland var hóast alt einasta landið, sum ongan dyst tabti, sum skeyt flest mál og fekk fægst bóltar inn í sítt egna mál, - uttan at vita nakað um fótbolt, so tykist mær hetta rættvíst.
Skal eg vera púra ærlig, so eri eg næstan kedd at fótbolturin er av, nú kann tað jú henda, at áhugaverdar sendingar aftur koma á skránna, og satt at siga, er summarið ikki tann tíðin, har eg havi hug at nýta mína tíð frammanfyri skýggjan. At ganga úti og spáka ella bara vera úti í túninum og lúka illgresi við útvarpinum frá beint innanfyri vindeyga, er meira mín mynd av, hvussu summarkvøld skulu nýtast.
Sum heild haldi eg útvarpið vera ein loftmiðil, sum er nógv meira hóskandi um summarið, av tí heilt einfaldu ársøk, at útvarp ikki krevur tína konsentratión 100 % alla tíðina, tú kanst ganga og gera onnur ting samstundis, og tá okkurt er, sum fangar oyra, so kanst tú steðga á eina løtu og lurta. Og summarskráin hjá útvarpinum fylgir eisini væl hesum hugsunarhátti, lættar sendingar, sum ikki krevja annað enn at tú lurtar eitt sindur av og á…………
Sjónvarpinum kanst tú illa hyggja at við bert einum eyga. Tað er, sum myndin dregur teg, og tú hoyrir og sært ikki tey/tað sum eru kring teg so væl, og hvat ið verri er: Tá tú hyggur at sjónvarpinum eru allir sansir tínir upptiknir, so lítil møguleiki er fyri at analysera tað, sum tú sært. Tá hugsa verður um tíðindaflutning, so er hetta satt at siga eitt sindur vandamikið. Tað er so óhugnaliga lætt at gera eina mynd til eina lygn, set bara eitt skeivt ljóð ella eina skeiva viðmerking til eina veruliga mynd, og tað er so sjáldan at nakar varnast hetta, tí alt gongur so skjótt fyri seg, og eitt nýtt evni kemur ofta uttan at tíðindafólkið gevur sær stundir at anda ímillum. Og so eru vit komin fram til kvøldsins undirhaldssending, og hvør hugsar tá longur um tíðindir?
Tað er, sum tað er ein óskrivað regla, at tað sum er beint aftaná tíðindini, skal vera lætt undirhald, og at alt, sum krevur eitt sindur av hyggjaranum, veður sent so mikið seint, at hevur tú ikki video-maskinu, ja, so kundi tað eins væl ikki verið sent, tí tú orkar illa at konsentrera teg um eina sikkurt áhugaverda sending um t.d. onkran rithøvunda ella tónleikara, sum byrjar beint áðrenn midnátt.
Í sjónvarpinum gongur altíð alt skjótt, og sigst tað at vera, fyri at fólk ikki skulu hava hug at "zappa" til aðrar sjónvarpsrásir. Sum heild fylgir SvF væl hesum útlendska dømi, hóast tey í veruleikanum ikki hava nakra aðra rás at kappast við. Eitt undantak er tó, tann einasta sendingin, har tað veruliga kundi verið neyðugt at roynt at hildið fólk til skermin, nevniliga Gekkur. Her er ferðin so sein, at um tú ikki "zappar", so kunnu tað vera tríggjar ársøkir, antin spælir tú við ella hevur tú ikki parabol, ella ert tú langt síðani sovnaður (Gekkur er enn betri sovimedicin enn fótboltur).
Annars kann eg anbefalla einumoghvørjum, sum flytur í løtuni, at gera eins og eg, ikki at pakka sjónvarpið og útvarpið út fyrr enn til allarseinast. Ella um tú kemur heim úr summarfrí og ikki hevur hugt í kassan í einar 3 vikur, so at gloyma, hvar tað var, hann stóð………………….Tað er ein góð kensla, og tú varnast knappliga, at samdøgri er væl longri enn fyrr.

Saturday, June 20, 1998

Bara spæl?

Loftmiðlaummælið skriva til loftmiðlablaðið "Úr luftini" í Dimmalætting, juni 1998

Í hesari vikuni, sum farin er, er bert eitt evni at tosa um. Eitt einasta evni fyllir allar fjølmiðlarnar, og øll (ella næstan) hava hugt og lurta og hava eina meingin um hetta evni. Ja, sjálvt ikki Bankamálið fekk so nógva senditíð.

Ja, eg tosið sjálvandi um………Ja, tú gitti tað: Fótbólt!!!

Lat meg bara siga tað beinanvegin, at tað einasta, eg haldi, fótboltur kann nýtast til, er til sovimedicin. Ha'? Hvat sigur tú, hevur tú ongantíð roynt tað? Tað riggar hvørja ferð. Bara 5-10 minuttir framman fyri kassan og so liggur tú í fastasvøvni, ja, gaman í, tað riggar ikki hjá øllum……men………..

Hesa seinastu vikuna hevur tað bara verið so mikið nógvur fótboltur, at eg ikki við góðari samvitsku kundi legga meg at sova hvørja ferð, so av tí at eg eri meir ella minni tvangsinnløgd til at hava HM sum bakgrundslarm, so havi eg kortini hugt og lurta eitt sindur. Einamest eftir teimum sum hyggja at fótboltinum. Eg havi t.d. sjáldan hoyrt nakran flenna so nógv eftir nøkrum í sjónvarpinum, sum teir báðir sum sótu heima hjá okkum eitt kvøldið og hugdu at dystinum millum Cameroun og Eysturríki. Eg kann saktans ímynda mær, at fótboltur kann vera spennandi at hyggja at, um man hevur tann áhugan, men at tað kundi vera beinleiðis stuttligt, tað visti eg ikki.

Annars so er tað satt at siga nokkso áhugavert at hyggja eitt sindur at hvørjum dysti, at samanbera hvussu tey ymisku fólksløgini bera seg at, tá teir spæla ella hyggja at, tí hóast eg lítið og onki kenni til fótbólt, so dugi eg kortini at síggja hvussu stórur munur er á spælinum hjá t.d. Cameroun og Danmark. Fyri slett ikki at tosa um hvussu stórur munur er millum áskoðararnar. Øll rópa nógv, men tey rópa á ymsan hátt, og ikki eru tey øll líka ílætin ella málaði. Teir japansku áskoðararnir t.d. sótu allir skikklig og vældisiplineraði, allir í somu klæðum sum fótboltslið teirra, onnur fólkasløg høvdu fjákutar hattar og fløgg teirra málaði í andlitið, ja, og onkur fór so langt sum til at hava síni egnu reyðu kort við, møguliga til at deila út til ódugnaligar dómarar? Nei, eg veit líka, men meg stuttleikaði tað so í hvussu so er óført at síggja tann ógvuliga teatralska suðuramarikanska fótboltsdómaran deila eitt hálvt kortspæl út.... Og serliga at hoyra teir ørgu viðmerkingarnar frá áskoðarunum framman skermin.

Líka mikið hvussu nógv eg havi ímóti fótbolti, so kann eg ikki lata vera við at vera eitt sindur hugtikin av, at tað finnast nakar spælireglur, sum allar tjóðir í heiminum kunnu vera samd um. Men er fótbolturin bara eitt spæl fyri vaksnar menn ella er tað meira? Ja, tá man hoyrir, at tey í tíðindunum halda, at ein fótboltsdystur kann betra diplomatiska sambandið millum tvey lond sum illa nokk hava kunna tosa saman í 20 ár, ja, so er tað væl ikki eitt spæl longur..... Ella er politikkur sum heild bara eitt spæl? Eitt spæl, har vit bara ikki hava tær somu spælireglurnar?

Saturday, May 30, 1998

Summartíð - og aðrar tíðir

Loftmiðlaummælið skriva til loftmiðlablaðið "Úr luftini" í Dimmalætting í mai 1998


Nú er summarið rættiliga komið, sól og ljósar lýggjar nætur - og summarskráin.

Hetta er tann undarliga tíðin av árinum har kvøldini gerast longri og styttri í senn, - eg meini, tað er ljóst til á miðnátt, vit hava nógv minni brúk fyri at sova, vit hava betri stundir at gera alt møguligt, m.a. betri stundir til at lurta eftir útvarpinum, men hvat, - kl. 20 hoyra vit: "Við Havnakórinum, sum syngur "Onki er sum summarkvøld við strendur" gevast vit fyri í kvøld. Góða nátt."
Eftir tað er so bara sjónvarpið eftir. Og tað hevur tú kortini ikki hug til at hyggja at, tí tað er so ljóst úti, at skalt tú síggja nakað á skýggjanum, so mást tú koyra gardinurnar fyri, og hvør kann fáa seg at koyra gardinurnar fyri eitt vakurt summarkvøld?
Ja, so kundi jú bara verið eftir at sagt, at sjálvandi skal man ikki nýta síni summakvøld uppá loftmiðlarnar, men heldur fara út at ganga ein túr, ella bara sita í hesi næstan óendaligu skýmingini og lesa ein góða bók.
Men man er ikki meira enn eitt menniskja, so har eru kvøld, har man saknar útvarpið, og man kortini letur upp fyri sjónvarpinum.

Summarskráin í Útvarpinum er, um stutt, kortini lívgandi. Har koma fleiri summarligar sendingar. Ein tann mær dámar best er Gjallarhornið hjá Kára Sverrasyni, har tú rættiliga sleppur út at ferðast í tónleikinum. Hetta er nútíðar tónleikur allastaðni úr Verðini, við rótum í tí upprunaliga tónleikinum, soleiðis sum tú hoyrir hann, tá tú ert burturi. Tú kanst kenna teg fluttan inn á tað ella tað hugnaligu lítlu matstovuna á tí ella tí ferðini, har tónleikarin gekk runt millum borðini og við síni fiól og spældi upp til teir kvinniligu gestirnar, ella tónarnir, tú hoyri sníkja seg út úr einari smogu, tá tú gekst í onkrum heitum býarparti niðri í Suðureuropa ella onkra aðrastaðni í Verðini.
Leitaði tíverri til fánýtis í skránni eftir eini sending, sum síðsta summar eisini fekk meg at ferðast í huganum, áðrenn eg yvirhøvur kom av landinum, nevniliga Kon Tiki hjá Birgir Kruse. Spell at tann tátturin ella onkur líknandi ikki er uppafturtikin í ár.
Havi ikki enn havt stundir ordiliga at lurta eftir tí nýggj seinnapartssendingini Nón, hon liggur fyri meg í eini keðiligari senditíð, men tað, eg havi hoyrt, tykir mær deiliga lætt og summarsligt........
Eitt annað, ið so sanniliga eisini setur Føroyar í summarstemning er morguntátturin hjá Michael Reveel, sum ferð á ferð runt í landinum við okkara útlendsku gestum, - og við okkum við fyri so vítt. Orðatakið "Gløgt er gestsins eyga" kom mær meir enn eina ferð í hug, tá eg lurtaði síðsta summar...........

Gardinurnar fyri og hvat so?
SvF man hava tikið hatta við gardinunum til eftirtektar sunnukvøldið: Tey sendu ikki ta góðu føroysku sendingina Innskot fyrr enn kl. 23. Kortini løgið at ein sovorðin sending, sum krevur eitt sindur av síggjaranum/lurtaranum skal verða send so seint, at tey flestu ikki longur hava orku til at geva sendingini teir eftirtankar, hon hevur uppiborið.
Tað er ótrúliga áhugavert at hoyra fólk tosa, sum veruliga hava gjørt sær djúpari tankar um ymisk evni, sum t.d. hetta sum hevur verið eitt av høvuðsevnunum í Innskotið, nevniliga Føroyar, ella føroyingar í mun til umheimin.
Men eitt havi eg fleiri ferðir hugsa um, og eg veit, at eg ikki eri heilt einsamøll um hetta, og tað er, at tað er sum har vantar okkurt, ja, kanska er tað eitt sindur av dirvið frá tíðindafólkinum til at borða eitt sindur svørunum hjá tí innbodna, at hanga seg eitt sindur minni føst í teir spurningarnar tey hava gjørt sær frammanundan. Av og á kennir tú, at gesturin júst er komin inn á nakað heilt essentielt, í tí hann ætlaði sær at siga, tá hann/hon verðu avbrotin og leiddur víðari til ein annan spurning.
Hetta er ikki bara galdandi fyri júst hesa sending, men fyri onkrar aðrar við. Men hvat okkara sjónvarp er ungt, kanska eru hetta bara "barnasjúkur", dirvið kemur jú við aldrinum og royndunum..........

Thursday, April 30, 1998

Hólmgonga

Loftmiðlaummælið skriva til Loftmiðlablaðið "Úr luftini" í Dimmalætting, apríl 1998

So fóru páskirnar afturum. Onkur eg hitti leygarmorgun millum langafríggjadag og páskadag í eini handilskø kom við eini viðmerking, ið var júst tað eg sjálv stóð og hugsaði um:
- Man skuldi ikki trúð, at Havnin var ein høvuðsstaður, eg gekk ein túr í gjár seinnapartin og sá, at sjálvt Hafnia var stongt.
- Ja, svaraði eg, tað er ótrúligt, at alt landið skal vera stongt, bara tí tað eru heiligdagar, hetta sært tú ikki í nøkrum øðrum stórbýi í verðini, sjálvt ikki í teimum mest katólsku londunum, har páskirnar so sanniliga eisini verða hildnar.
- Ja, svaraði hin í køini, og páskirnar sum upprunaliga skuldu verða ein veitsla at hátíðarhalda at alt livnar og spírar.
- Løgið......
Sjálvt útvarpið koyrdi uppá lægsta bluss. Í fýra dagar endaði skráin longu kl. 19 við einum sálmi. Hevði tað ikki verið fyri sjónvarpið, so kundi man næstan trúð, at alt landið var fari í hi, - hóast tað var skeiva árstíðin.
Ikki tí, sjónvarpið var nú heldur ikki so øgiliga dragandi hesar dagarnar, ov nógvar raðsendingar, sum eg altso ikki kendi meg noydda a byrja at fylgja við í, bara tí tað onki annað var at takast við............
Satt at siga var hendan páskaatmosferan so svøvnlig, at eg púrasta gloymdi at tendra fyri tí heilt sikkurt áhugaverdu sendingini um føroyska skipið, sum skuldi siglast heim úr Kili.

Tað seinasta eg minnist til eina sending, eg hevði verið kedd av ikki at hava sæð, er Innskot sum var pálmasunnudag. Hesaferð var gesturin Petur Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum. Hann kom við nøkrum ógvuliga áhugaverdum hugleiðingum um føroyingar og hugburð okkara mótvegis útheiminum. Myndin av listamálaranum sum stendur og málar við rygginum vendum móti havinum, var ógvuliga sigandi.
Innskot er ein góð mentanarsending, hon hevur tað, sum vantar eitt sindur í Basalt, nevniliga at ein longri løta verður nýtt til at viðgera eitt evni, og tí ikki bara er ein smakkroynd av nøkrum, sum kundi verið sera áhugavert, um tað var viðgjørt meira.
Haldi tað kundi veri áhugavert, um nøkur komandi “Innskot” tóku tráðin upp eftir Turtschaninoff.

Eina aðra “nýggja” sending, havi eg eisini hug at umrøða. Tað er Undirhúsið (ella hevur hon skift navn?). Ja, heilt nýggj er sendingin ikki, men hon hevur so fingið nýggjan form. Alt gott um broytingar, men her haldi eg ikki, at sjónvarpið hevur verið ordiliga heppið. Fyrr sótu luttakararnir í kjakinum friðarliga niðri og prátaðu, passaði væl til Undirhús-heiti. Nú skulu teir báðir luttatatatnir, sum eru settir upp móti hvørjum øðrum, standa uppi og keglast, - fær meg meira at hugsa um eina hólmgongu við orðum, enn um eitt kjak. Haldi meg kenna aftur stílin frá einari sera ódámligari danskar kjaksending, sum vit sóu í SvF beint eftir at Bankakanningin var kunngjørd, ella frá eini franskari sending, ið júst kallaðist “Duell” sum var víst í SvF einaferð í ‘88 ella ‘89, í sambandi við grindadráp. Hví kunnu vit ikki her í Føroyum halda okkara egna stíl, hví skullu vit partú herma? Og hvør hevur nakrantíð sæð føroyingar kjakast uppá hendan mátan? Plaga vit ikki vanliga at vera nógv meira seiglig í tí, og heldur seta okkum niður og tosa (hampiliga) hóvliga um tingini, ístaðni fyri at standa hvør síni megin eitt borð og vera um at loypa í krovið á hvørjum øðrum.....?
Nei, eg spyrji bara...........