Wednesday, July 15, 1998

Luftigir miðlar

Loftmiðlaummælið skriva til Loftmiðlablaðið "Úr luftini" í Dimmalætting, juli 1998

Fyri nøkur fólk byrjaði summarið mánadagin, fyri fyrst ferð í langa tíð settu tey nøsina útum og uppdagaðu, at summarið var meir enn hálvrunnið, ja, nú tú sært aftur summi, sum tú av onkrari løgnari ársøk ikki hevur sæð úti um kvøldarnar í yvir ein mánað.
Hmmm ja, HM-fótbolturin er av, og eg skal vera tann fyrst til at siga, at hóast eg lá í fastasvøvni, áðrenn fyrsti hálvleikur av finaluni var av, so eri eg sera fegin um úrslitið. Tað er altíð stuttligt, tá tey sum vinna, eru tey sum hava uppiborðið at vinna. Frakland var hóast alt einasta landið, sum ongan dyst tabti, sum skeyt flest mál og fekk fægst bóltar inn í sítt egna mál, - uttan at vita nakað um fótbolt, so tykist mær hetta rættvíst.
Skal eg vera púra ærlig, so eri eg næstan kedd at fótbolturin er av, nú kann tað jú henda, at áhugaverdar sendingar aftur koma á skránna, og satt at siga, er summarið ikki tann tíðin, har eg havi hug at nýta mína tíð frammanfyri skýggjan. At ganga úti og spáka ella bara vera úti í túninum og lúka illgresi við útvarpinum frá beint innanfyri vindeyga, er meira mín mynd av, hvussu summarkvøld skulu nýtast.
Sum heild haldi eg útvarpið vera ein loftmiðil, sum er nógv meira hóskandi um summarið, av tí heilt einfaldu ársøk, at útvarp ikki krevur tína konsentratión 100 % alla tíðina, tú kanst ganga og gera onnur ting samstundis, og tá okkurt er, sum fangar oyra, so kanst tú steðga á eina løtu og lurta. Og summarskráin hjá útvarpinum fylgir eisini væl hesum hugsunarhátti, lættar sendingar, sum ikki krevja annað enn at tú lurtar eitt sindur av og á…………
Sjónvarpinum kanst tú illa hyggja at við bert einum eyga. Tað er, sum myndin dregur teg, og tú hoyrir og sært ikki tey/tað sum eru kring teg so væl, og hvat ið verri er: Tá tú hyggur at sjónvarpinum eru allir sansir tínir upptiknir, so lítil møguleiki er fyri at analysera tað, sum tú sært. Tá hugsa verður um tíðindaflutning, so er hetta satt at siga eitt sindur vandamikið. Tað er so óhugnaliga lætt at gera eina mynd til eina lygn, set bara eitt skeivt ljóð ella eina skeiva viðmerking til eina veruliga mynd, og tað er so sjáldan at nakar varnast hetta, tí alt gongur so skjótt fyri seg, og eitt nýtt evni kemur ofta uttan at tíðindafólkið gevur sær stundir at anda ímillum. Og so eru vit komin fram til kvøldsins undirhaldssending, og hvør hugsar tá longur um tíðindir?
Tað er, sum tað er ein óskrivað regla, at tað sum er beint aftaná tíðindini, skal vera lætt undirhald, og at alt, sum krevur eitt sindur av hyggjaranum, veður sent so mikið seint, at hevur tú ikki video-maskinu, ja, so kundi tað eins væl ikki verið sent, tí tú orkar illa at konsentrera teg um eina sikkurt áhugaverda sending um t.d. onkran rithøvunda ella tónleikara, sum byrjar beint áðrenn midnátt.
Í sjónvarpinum gongur altíð alt skjótt, og sigst tað at vera, fyri at fólk ikki skulu hava hug at "zappa" til aðrar sjónvarpsrásir. Sum heild fylgir SvF væl hesum útlendska dømi, hóast tey í veruleikanum ikki hava nakra aðra rás at kappast við. Eitt undantak er tó, tann einasta sendingin, har tað veruliga kundi verið neyðugt at roynt at hildið fólk til skermin, nevniliga Gekkur. Her er ferðin so sein, at um tú ikki "zappar", so kunnu tað vera tríggjar ársøkir, antin spælir tú við ella hevur tú ikki parabol, ella ert tú langt síðani sovnaður (Gekkur er enn betri sovimedicin enn fótboltur).
Annars kann eg anbefalla einumoghvørjum, sum flytur í løtuni, at gera eins og eg, ikki at pakka sjónvarpið og útvarpið út fyrr enn til allarseinast. Ella um tú kemur heim úr summarfrí og ikki hevur hugt í kassan í einar 3 vikur, so at gloyma, hvar tað var, hann stóð………………….Tað er ein góð kensla, og tú varnast knappliga, at samdøgri er væl longri enn fyrr.

Saturday, June 20, 1998

Bara spæl?

Loftmiðlaummælið skriva til loftmiðlablaðið "Úr luftini" í Dimmalætting, juni 1998

Í hesari vikuni, sum farin er, er bert eitt evni at tosa um. Eitt einasta evni fyllir allar fjølmiðlarnar, og øll (ella næstan) hava hugt og lurta og hava eina meingin um hetta evni. Ja, sjálvt ikki Bankamálið fekk so nógva senditíð.

Ja, eg tosið sjálvandi um………Ja, tú gitti tað: Fótbólt!!!

Lat meg bara siga tað beinanvegin, at tað einasta, eg haldi, fótboltur kann nýtast til, er til sovimedicin. Ha'? Hvat sigur tú, hevur tú ongantíð roynt tað? Tað riggar hvørja ferð. Bara 5-10 minuttir framman fyri kassan og so liggur tú í fastasvøvni, ja, gaman í, tað riggar ikki hjá øllum……men………..

Hesa seinastu vikuna hevur tað bara verið so mikið nógvur fótboltur, at eg ikki við góðari samvitsku kundi legga meg at sova hvørja ferð, so av tí at eg eri meir ella minni tvangsinnløgd til at hava HM sum bakgrundslarm, so havi eg kortini hugt og lurta eitt sindur. Einamest eftir teimum sum hyggja at fótboltinum. Eg havi t.d. sjáldan hoyrt nakran flenna so nógv eftir nøkrum í sjónvarpinum, sum teir báðir sum sótu heima hjá okkum eitt kvøldið og hugdu at dystinum millum Cameroun og Eysturríki. Eg kann saktans ímynda mær, at fótboltur kann vera spennandi at hyggja at, um man hevur tann áhugan, men at tað kundi vera beinleiðis stuttligt, tað visti eg ikki.

Annars so er tað satt at siga nokkso áhugavert at hyggja eitt sindur at hvørjum dysti, at samanbera hvussu tey ymisku fólksløgini bera seg at, tá teir spæla ella hyggja at, tí hóast eg lítið og onki kenni til fótbólt, so dugi eg kortini at síggja hvussu stórur munur er á spælinum hjá t.d. Cameroun og Danmark. Fyri slett ikki at tosa um hvussu stórur munur er millum áskoðararnar. Øll rópa nógv, men tey rópa á ymsan hátt, og ikki eru tey øll líka ílætin ella málaði. Teir japansku áskoðararnir t.d. sótu allir skikklig og vældisiplineraði, allir í somu klæðum sum fótboltslið teirra, onnur fólkasløg høvdu fjákutar hattar og fløgg teirra málaði í andlitið, ja, og onkur fór so langt sum til at hava síni egnu reyðu kort við, møguliga til at deila út til ódugnaligar dómarar? Nei, eg veit líka, men meg stuttleikaði tað so í hvussu so er óført at síggja tann ógvuliga teatralska suðuramarikanska fótboltsdómaran deila eitt hálvt kortspæl út.... Og serliga at hoyra teir ørgu viðmerkingarnar frá áskoðarunum framman skermin.

Líka mikið hvussu nógv eg havi ímóti fótbolti, so kann eg ikki lata vera við at vera eitt sindur hugtikin av, at tað finnast nakar spælireglur, sum allar tjóðir í heiminum kunnu vera samd um. Men er fótbolturin bara eitt spæl fyri vaksnar menn ella er tað meira? Ja, tá man hoyrir, at tey í tíðindunum halda, at ein fótboltsdystur kann betra diplomatiska sambandið millum tvey lond sum illa nokk hava kunna tosa saman í 20 ár, ja, so er tað væl ikki eitt spæl longur..... Ella er politikkur sum heild bara eitt spæl? Eitt spæl, har vit bara ikki hava tær somu spælireglurnar?

Saturday, May 30, 1998

Summartíð - og aðrar tíðir

Loftmiðlaummælið skriva til loftmiðlablaðið "Úr luftini" í Dimmalætting í mai 1998


Nú er summarið rættiliga komið, sól og ljósar lýggjar nætur - og summarskráin.

Hetta er tann undarliga tíðin av árinum har kvøldini gerast longri og styttri í senn, - eg meini, tað er ljóst til á miðnátt, vit hava nógv minni brúk fyri at sova, vit hava betri stundir at gera alt møguligt, m.a. betri stundir til at lurta eftir útvarpinum, men hvat, - kl. 20 hoyra vit: "Við Havnakórinum, sum syngur "Onki er sum summarkvøld við strendur" gevast vit fyri í kvøld. Góða nátt."
Eftir tað er so bara sjónvarpið eftir. Og tað hevur tú kortini ikki hug til at hyggja at, tí tað er so ljóst úti, at skalt tú síggja nakað á skýggjanum, so mást tú koyra gardinurnar fyri, og hvør kann fáa seg at koyra gardinurnar fyri eitt vakurt summarkvøld?
Ja, so kundi jú bara verið eftir at sagt, at sjálvandi skal man ikki nýta síni summakvøld uppá loftmiðlarnar, men heldur fara út at ganga ein túr, ella bara sita í hesi næstan óendaligu skýmingini og lesa ein góða bók.
Men man er ikki meira enn eitt menniskja, so har eru kvøld, har man saknar útvarpið, og man kortini letur upp fyri sjónvarpinum.

Summarskráin í Útvarpinum er, um stutt, kortini lívgandi. Har koma fleiri summarligar sendingar. Ein tann mær dámar best er Gjallarhornið hjá Kára Sverrasyni, har tú rættiliga sleppur út at ferðast í tónleikinum. Hetta er nútíðar tónleikur allastaðni úr Verðini, við rótum í tí upprunaliga tónleikinum, soleiðis sum tú hoyrir hann, tá tú ert burturi. Tú kanst kenna teg fluttan inn á tað ella tað hugnaligu lítlu matstovuna á tí ella tí ferðini, har tónleikarin gekk runt millum borðini og við síni fiól og spældi upp til teir kvinniligu gestirnar, ella tónarnir, tú hoyri sníkja seg út úr einari smogu, tá tú gekst í onkrum heitum býarparti niðri í Suðureuropa ella onkra aðrastaðni í Verðini.
Leitaði tíverri til fánýtis í skránni eftir eini sending, sum síðsta summar eisini fekk meg at ferðast í huganum, áðrenn eg yvirhøvur kom av landinum, nevniliga Kon Tiki hjá Birgir Kruse. Spell at tann tátturin ella onkur líknandi ikki er uppafturtikin í ár.
Havi ikki enn havt stundir ordiliga at lurta eftir tí nýggj seinnapartssendingini Nón, hon liggur fyri meg í eini keðiligari senditíð, men tað, eg havi hoyrt, tykir mær deiliga lætt og summarsligt........
Eitt annað, ið so sanniliga eisini setur Føroyar í summarstemning er morguntátturin hjá Michael Reveel, sum ferð á ferð runt í landinum við okkara útlendsku gestum, - og við okkum við fyri so vítt. Orðatakið "Gløgt er gestsins eyga" kom mær meir enn eina ferð í hug, tá eg lurtaði síðsta summar...........

Gardinurnar fyri og hvat so?
SvF man hava tikið hatta við gardinunum til eftirtektar sunnukvøldið: Tey sendu ikki ta góðu føroysku sendingina Innskot fyrr enn kl. 23. Kortini løgið at ein sovorðin sending, sum krevur eitt sindur av síggjaranum/lurtaranum skal verða send so seint, at tey flestu ikki longur hava orku til at geva sendingini teir eftirtankar, hon hevur uppiborið.
Tað er ótrúliga áhugavert at hoyra fólk tosa, sum veruliga hava gjørt sær djúpari tankar um ymisk evni, sum t.d. hetta sum hevur verið eitt av høvuðsevnunum í Innskotið, nevniliga Føroyar, ella føroyingar í mun til umheimin.
Men eitt havi eg fleiri ferðir hugsa um, og eg veit, at eg ikki eri heilt einsamøll um hetta, og tað er, at tað er sum har vantar okkurt, ja, kanska er tað eitt sindur av dirvið frá tíðindafólkinum til at borða eitt sindur svørunum hjá tí innbodna, at hanga seg eitt sindur minni føst í teir spurningarnar tey hava gjørt sær frammanundan. Av og á kennir tú, at gesturin júst er komin inn á nakað heilt essentielt, í tí hann ætlaði sær at siga, tá hann/hon verðu avbrotin og leiddur víðari til ein annan spurning.
Hetta er ikki bara galdandi fyri júst hesa sending, men fyri onkrar aðrar við. Men hvat okkara sjónvarp er ungt, kanska eru hetta bara "barnasjúkur", dirvið kemur jú við aldrinum og royndunum..........

Thursday, April 30, 1998

Hólmgonga

Loftmiðlaummælið skriva til Loftmiðlablaðið "Úr luftini" í Dimmalætting, apríl 1998

So fóru páskirnar afturum. Onkur eg hitti leygarmorgun millum langafríggjadag og páskadag í eini handilskø kom við eini viðmerking, ið var júst tað eg sjálv stóð og hugsaði um:
- Man skuldi ikki trúð, at Havnin var ein høvuðsstaður, eg gekk ein túr í gjár seinnapartin og sá, at sjálvt Hafnia var stongt.
- Ja, svaraði eg, tað er ótrúligt, at alt landið skal vera stongt, bara tí tað eru heiligdagar, hetta sært tú ikki í nøkrum øðrum stórbýi í verðini, sjálvt ikki í teimum mest katólsku londunum, har páskirnar so sanniliga eisini verða hildnar.
- Ja, svaraði hin í køini, og páskirnar sum upprunaliga skuldu verða ein veitsla at hátíðarhalda at alt livnar og spírar.
- Løgið......
Sjálvt útvarpið koyrdi uppá lægsta bluss. Í fýra dagar endaði skráin longu kl. 19 við einum sálmi. Hevði tað ikki verið fyri sjónvarpið, so kundi man næstan trúð, at alt landið var fari í hi, - hóast tað var skeiva árstíðin.
Ikki tí, sjónvarpið var nú heldur ikki so øgiliga dragandi hesar dagarnar, ov nógvar raðsendingar, sum eg altso ikki kendi meg noydda a byrja at fylgja við í, bara tí tað onki annað var at takast við............
Satt at siga var hendan páskaatmosferan so svøvnlig, at eg púrasta gloymdi at tendra fyri tí heilt sikkurt áhugaverdu sendingini um føroyska skipið, sum skuldi siglast heim úr Kili.

Tað seinasta eg minnist til eina sending, eg hevði verið kedd av ikki at hava sæð, er Innskot sum var pálmasunnudag. Hesaferð var gesturin Petur Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum. Hann kom við nøkrum ógvuliga áhugaverdum hugleiðingum um føroyingar og hugburð okkara mótvegis útheiminum. Myndin av listamálaranum sum stendur og málar við rygginum vendum móti havinum, var ógvuliga sigandi.
Innskot er ein góð mentanarsending, hon hevur tað, sum vantar eitt sindur í Basalt, nevniliga at ein longri løta verður nýtt til at viðgera eitt evni, og tí ikki bara er ein smakkroynd av nøkrum, sum kundi verið sera áhugavert, um tað var viðgjørt meira.
Haldi tað kundi veri áhugavert, um nøkur komandi “Innskot” tóku tráðin upp eftir Turtschaninoff.

Eina aðra “nýggja” sending, havi eg eisini hug at umrøða. Tað er Undirhúsið (ella hevur hon skift navn?). Ja, heilt nýggj er sendingin ikki, men hon hevur so fingið nýggjan form. Alt gott um broytingar, men her haldi eg ikki, at sjónvarpið hevur verið ordiliga heppið. Fyrr sótu luttakararnir í kjakinum friðarliga niðri og prátaðu, passaði væl til Undirhús-heiti. Nú skulu teir báðir luttatatatnir, sum eru settir upp móti hvørjum øðrum, standa uppi og keglast, - fær meg meira at hugsa um eina hólmgongu við orðum, enn um eitt kjak. Haldi meg kenna aftur stílin frá einari sera ódámligari danskar kjaksending, sum vit sóu í SvF beint eftir at Bankakanningin var kunngjørd, ella frá eini franskari sending, ið júst kallaðist “Duell” sum var víst í SvF einaferð í ‘88 ella ‘89, í sambandi við grindadráp. Hví kunnu vit ikki her í Føroyum halda okkara egna stíl, hví skullu vit partú herma? Og hvør hevur nakrantíð sæð føroyingar kjakast uppá hendan mátan? Plaga vit ikki vanliga at vera nógv meira seiglig í tí, og heldur seta okkum niður og tosa (hampiliga) hóvliga um tingini, ístaðni fyri at standa hvør síni megin eitt borð og vera um at loypa í krovið á hvørjum øðrum.....?
Nei, eg spyrji bara...........

Monday, March 30, 1998

Paradoksalt kaos

Loftmiðlaummælið skriva til Loftmiðlablaðið "Úr luftini" í Dimmalætting, mars 1998

Vikan, ið fór, var vist mest í tíðindaflutningsins tekni.....

Valsendingarnar tóku mestsum alt plássið, men tað var jú ikki annað enn rímiligt, (at eg so sovnaði framman skermin næstan hvørja ferð, hevði allarhelst onki við tøkni hjá loftmiðlunum at gera, heldur við gestirnar, ið sjáldan søgdu okkum nakað, vit ikki høvdu hoyrt minst einar 100 ferðir fyrr). Satt at siga koyrdu sendingarnar sera væl, tíðindafólkið var vælupplagt og ofta sera beinrakið. Tað allarstuttligasta av øllum, var at síggja og hoyra, at tann sokallaða “kaos-teoriin” er meira enn teori í Føroyum. Kaos-teoriin gongur í stuttum út uppá, at man sigur at t.d. “kann lotið av einum veingjaslagið frá einum firvaldi niðri í Brasilia útloysa eina ódn uppi í Norðuramamerika”, var tað ikki júst hetta paradoksala sum hendi, tá undirsjóvartunnilin í Vágum onkursvegna hevði skyldina av, at Sambandið ikki kom á Fólkating og at tann borgarligi vongurin á Danatingið soleiðis ikki fekk meiriluta?

Har var kortini eitt sum undraði meg valkvøldið, at valið í Grønlandi so sjáldan var tikið uppá tungu, tað kundi jú meira enn í teoriini havt líka so stóran týdning á danska politikkin næstu 4 árini, sum valið í Føroyum. Ella er tað bara so, at tá tú ert lítil, og vanur við at blíva igoneraður, so er tað bara so ringt at fáa eyga uppá, at man ignorerar onnur?

Og so apropos hatta við Grønlandi....
Hetta er nakað sum kemur mær til hugs hvørt leygarkvøld. Sendingin eitur “Grannar okkara”. Tá sendingin byrjar, koma eitt kort og fimm fløgg á skýggjan. Vit sita tolin og lurta eftir tíðindum úr fyrst Danmark, so Noregi og so Svøríki, og so....... ja, og so ikki meira fyri í kvøld. Alt í lagið, hendi tað av og á, at ikki bar til at fáa tíðindastubbar úr øllum grannalondum okkara, so bóru vit glaðiliga yvir við tí, men at hetta bara er so, kann ikki bera til. Antin má sendingin skifta navn og kallast “Tíðindi úr Skandinavia”, ella eisini mugu vit nakað oftari sleppa at hoyra tíðindi frá okkara næsta granna Íslandi, og so Finlandi, sum jú eisini er eitt av Norðanlondum. Og so er tað eg spyrji meg, er hetta ein sending við tíðindum úr Norðanlondum, hví eru Grønland so ikki við? Og er hetta, sum heiti sigur, ein sending við tíðindum frá grannum okkara, so má Shetland eisini sleppa upp í part, tí um eg bara dugi mína landalæru so toliliga, so veit eg, at ongin er okkum nærri, enn júst Shetland. Og sum tað hevði verið ein nógv meira fjøltátta sending tá, tí tey skandinavisku londini minna jú ikki sørt um hvørt annað, og ofta eisini tíðindini hagani......

Tað triðja eg hefti meg við hesa vikuna, hevði eisini nakað við tíðindaflutning at gera. Týskvøldið sat eg allan “Dag & viku” og bíðjaði eftir einum tíðindastubba, sum altso ikki kom fyrr enn fríggjakvøldið. Leygarkvøldið tann 6.mars, var ein stórhending í Norðurlandahúsinum, hóast næstan alt annað í verðini var avlýst vegna kavarok: Gríma helt føðingardag og gav sjálv gávuna, Shakespeare á føroyskum, Dreymur Jóansøkunátt á hávetri. Eg skal ikki beint her breiða meg um, hvussu gott hetta var, men heldur siga, at sjónvarpið var eisini og hugdi. Minkar aktualiteturin av tíðindum ikki vanliga við tíðini? Í hvussu so er, hevði tann reportagan, sum kom fríggjakvøldið, rigga væl betur týsdagin saman við hinum stór(kava)tíðindunum.

"Og so meini eg annars, at Kartago skal leggjast í oyði."

Friday, February 27, 1998

Mumi contra Kryddgenturnar

Loftmiðlaummælið skriva til Loftmiðlablaðið "Úr luftini" í Dimmalætting í februar 1998

Vikan, ið fór afturum, var fyri mítt viðkomandi ikki vígd loftmiðlunum, og so serliga ikki sjónvarpinum, - har var nærum ikki annað enn ítrottur, ítrottur og aftur ítrottur á skránni. Ikki tí eg var beinleiðis kedd av hesum, hevði kortini ikki stundir at keða meg, men har munnu vera onnur enn eg, sum hava hildið, at her var í so nógv gjørt av.

Men har var tó onkur perla eftir á skránni, nevniliga í barnasjónvarpinum. Eg má altso sleppa at nevna tað, eg haldi at barnarøðin um Mumi og hinar hjartagóðu verurnar úr Mumidalinum, eftir barnabókunum hjá Tove Jansson, er nakað av tí vakrasta, sum hevur verið sýnt í føroyskum sjónvarpið. Í hesum róligu, men kortini spennandi søgunum verður veruliga nakað gott lagt niður í børnini, uttan at tað á nakran hátt verður moraliserandi. Her eru ongin mørk sett fyri hugflognum, alt ber til. Óhugnaligir skapningar koma inn í tann stilla mumiheimin, men við hesum eginleikanum sum var so sermerktur hjá Tove Jansson, verður tað óhugnaliga vent til nakað antin gott ella nakað, sum ikki vísti seg at vera so ringt kortini. Tann náttúrliga ræðslan, sum liggur innast í einum og hvørjum barnið verður avdramatiserað, tey læra at brúka hugflogið til at vinna á ræðsluni.
Og so er nakað í hesum søgunum, sum so øgiliga sjáldan er til í barnafilmum, nevniliga eitt sovorið stuttligt, merkiligt slag av poesi, sum t.d. tá tann sera ódjarva Snoddi sigur: “Har er so óhugnaligt, har sum onki býr.” Eisini í myndunum er sovorin poesi, t.d. myndin av teimum burtursiglandi “hattifnattunum”, tær løgnu, smáu, elektrisku verurnar, sum fara út at finna eina oyggj, har ongin nakrantíð kemur, tveir og tveir stevna teir út á hav í sínum smáu bátum í lýsingini eftir stormin.

At síggja at tað ber til eisini á okkara døgum at hugtaka børn við einum so stillisligum frásøguhátti, so skilji eg slettis ikki, at tað annars altíð partú skal verða neyðugt at síggja alt í MTV tempo. Hasin tápuligi Eiturkoppa-Pætur er eitt syrgiligt dømi um hetta, og eg tími slettis ikki at brúka teigapláss uppá at greiða frá, hvussu óhóskandi eg haldi tað vera at teksta hetta til føroyskt.....

Her kann eg so ógvuliga passandi koma til nakað, sum hevur ligið mær á hjarta leingi, og sum eg avgjørt ikki eri einsamøll um at suffa yvir, nevniliga Barnaútvarpið.
Tá eg var barn, var barnaútvarpið nakað vit lupu frá øllum fyri at hoyra. Sjálvandi var onki sjónvarp tá, men tað var ikki bara tað. Vit kendu tað veruliga, sum her var nakað, sum serliga var roknað okkum. Har vóru spennandi framhaldsssøgur, men serliga vóru har framhalds útvarpsleikirnir, (“Vit tvey, vit trý, vit túsund”, ella “Karl 12. mars” fyri bara at nevna tveir), og vit sótu sum á glóðum og lurtaðu og kundu næstan ikki bíðja til næstu viku.
Enn vera tíbetur av og á lisnar framhaldssøgur, men tað sum annars er ætlað børnunum, er fyri ein stóran part ikki annað enn tað, tey hoyra allan dagin í útvarpinum ella MTV.

Er tað veruliga ongin sum spyr seg sjálvan um tað er rætt at senda tónleik, sum bæði í orðum og myndum er roknaður hálvvaksnum, og sum so ótvískilt eru um ting, sum børn veruliga hvørki kunnu ella skullu skilja? Er tað ongin sum heldur tað vera løgið, at fyrimyndinar hjá 4-5 ára gomlum gentum eru hálvnaknar 20 ára gamlar “dullur”, sum bara fylla út nøkur idealir um hvussu nøkur mannfólk halda, at konufólk eiga at síggja út?
Um ikki annað, so átti tað at verið nóg mikið at latið tey hoyrt tað í øllum hinum plátuvendarasendingunum, sum tað eru ovmikið av frammanundan. 6 ára gamla guddóttirn mín hevur meir enn eina ferð spurt foreldur síni, um barnaútvarpið nú var liðugt, tá tey eftir søguna fyri 5 ella 6 ferð tann dagin senda Kryddgenturnar við “Um tú vilst vera mín elskari”......
Hevur Útvarp Føroya sletta allar upptøkur av barnatónleiki? Ella ber tað veruliga ikki til at hava ein lítlan hálvan tíma av barnaútvarpið uttan at koyra poppløg upp í? Halda tit ikki, at børn duga at lurta eftir søgum í bara ein hálvan tíma. Og eisini undrist eg ofta á valið av søgum, ið vera lisnar, t.d. um hvussu hvít fólk blíva álopin av blóðtystum indiánum, sum hoyrdi um nú stutt síðani, tit mugu orsaka, men í mínari verð grensar hendan søgan til racismu. Og hví eru tað ikki fólk, sum eru von við, ella sum hava lært at lesa upp, sum lesa søgunar inn?
Hvussu grúvuliga langt síðani er tað ikki, at ein barnaútvarpsleikur hevur verið á skránni? Tann seinasta, eg minnist, var tann frálíki “Jákup 2-2”, tað var seint í 80’unum. Um ikki annað, so ber til at endursenda teir gomlu, tey børnini sum hoyrdu teir tá, eru jú líkasum vaksin nú........

Eg havi eina kenslu av, at útvarpið roynir at kappast við sjónvarpið, men hetta ber jú ikki til. Hetta eru tveir so ymsir miðlar, at tað er ikki ein spurningur um at kappast. Tað er ein spurningur um at vera ørvísi. Tempo’ið hjá MTV kann útvarpið undir øllum umstøðum ikki halda, so hví ikki í staðin royna at seta ferðina niður, og tvørturímóti at royna at stressa okkum framanundan longu ov stressaðu 90’ara menniksju enn meira, royna at taka tað róligari og siga børnum okkara góðar søgur í friði og náðum, møguliga við krúdda við øllum teimum effektunum sum tann nýggja tøknin hevur til okkara.

Friday, January 30, 1998

Eitt B og annað

Loftmiðlaummælið skriva til loftmiðlablaðið "Úr luftini" í Dimmalætting, januar 1998

Tað man ikki vera nakað mansbarn í hesum landi, sum ikki hevur fingið við, at nú er bankakanningin so at enda almannakunngjørd. Ja, so skuldi viðkomandi í hvussu so er verið bæði blindur, deyvur og senilur. Skuldi ikki undra meg, um onkur børn sita og spæla “bankakanning” í løtuni, og skeldast um, at “eg vil so í hvussu so er ikki vera Den danske Bank, eg vil ikki altíð vera bandittur!”.
Loftmiðlarnir, fyri als ikki at nevna aðrar fjølmiðlar, hava verið so rokaðir av bankakanningini, at har er lítið annað at tríva í, tá tú skalt ummæla, og tað vildi helst eisini verið órímiligt onki at siga um hetta mál, sum øll tosa um, og sum øll hava eina hugsan um, ja, so ótrúligt tað ljóðar, sum næstan øll hava somu hugsan um, ber tað veruliga til?
Eg haldi, at sjónvarpið og útvarpið hava víst eina óvanliga góða professionalismu í hesum málið. Gott at vita, at vit hava so nógv og gott tíðindafólk her á landi, sum eru vælinformeraði og fult út standa mát við tíðindafólk aðrastaðni. Og beinleiðis-sendingarnar hjá sjónvarpinum vera bara betur og betur, tú situr ikki og ert bangin fyri um tað tekniska ikki skal klára seg, ella um tíðindafólkið ikki er nóg væl fyrireika. Nei, alt “klappar”, um tað so verður sent heilt av flatlondum ella av Hafnia. Tað sama kann vist ikki altíð sigast um politikarar, men lat tað fara.....
Tað einasta sum so er at vóna er, at øll hendan fjølmiðlaorkan ikki er nýtt til fánýtis, og at vit í síðsta enda fáa tað best burturúr hesi góðu kanning.

Men frá bankakanningini til eitt annað orð sum byrjar við B, nevniliga barnafilmar.
Eg skal onki siga um filmarnar sum so, tí satt at siga eru tað góðir filmar. Teir seinastu tveir mánaðirnar hevur sjónvarpið nevniliga sent fleiri av stórfilmunum gjørdar eftir bókunum hjá Astrid Lindgren. Tá tann fyrsti av teimum var sendur, setti eg meg glað niður við soninum at hyggja, men tá filmurin byrjaði, kendi eg tað, sum fekk eg vátan vøttin frammaná. Har sum børnini í filminum vanliga so hugnaliga práta svenskt, sum tað jú passar seg væl svenskum børnum at gera, har kom ein danskur maður, og fortaldi okkum, hvat børnini søgdu. Ljóðið á filminum, ikki bara talan, men alt annað, tónleikur, fuglasongur ella hvat tað nú var, var so at siga skorið burtur. Hetta er jú dráp fyri ein film, tí ljóðið er, um ikki helvtin av filminum, so minst triðingurin, og hesin danski maðurin, sum tosar uppií, hann kann undir ongum umstøðum gera tað út fyri variatiónir í rødd, tónleik, fulgasong, vind og alt hitt.
Eg veit væl, at argumenti í Danmark fyri at gera so, er at donsk børn ikki skilja svenskt (, at eg so haldi, at tað er ein góður máti til ongantíð at fáa tey at skilja tað, tað tosa vit minni um), men ein nakað nógv betur mátið hevði hóast alt verið at synkronisera allar røddirnar og latið ljóðið fingið frið, um tey partú ikki vilja senda tær tekstaðu versiónirnar av filmunum. Men hattar argumentið heldur bara slettis ikki í Føroyum. Tey føroysku børnini, sum eru ov lítil til at lesa undirtekstirnar á einum filmi, skilja helst ikki so øgiliga nógv betur danskt enn tey skilja svenskt, í føroyskum oyrum er svenskt ikki so fremmant sum tað eyðsýniliga er í donskum oyrum.
Eg hevði ætlað at latið hetta evnið fara framvið, royndi ikki at argast ov nógv um tað, men tá eg sunnudagin sá tann allarbesta av øllum Astrid Lindgren-filmunum, Ronju Ránsmannadóttir, fáa somu ringu viðferð, fekk eg ikki hildið mær longur. Eg haldi næstan, at tað hevði verið betur ikki at sent filmin, enn at senda hann soleiðis. Á ein hátt er hetta kanska ikki ein kritikkur til Sjónvarp Føroya, tí eg rokni við, at hetta er ein peningaligur spurningur. Tey hava bara fingið hesa versiónina sendandi niðrifrá, og tað er helst dýrari at biðja um at fáa tann tekstaða filmin ístaðin.
So kann man jú ikki lata vera við at fantasera sær til, at um nú hasar bankakanningarmilliónirnar byrja at koma rullandi, so kanska SvF verður nóg ríkt til at kunna senda teir upprunaligu og tekstaðu versiónirnar av góðum barnafilmum, hvør veit?