Wednesday, January 16, 2008

Alt, sum elskuligt er


Í miðøldini var vanligt, at tey ráðandi avgjørdu, hvør list var vælkomin og hvør ikki. Tann, sum ikki gjørdi list, sum hóvaði teimum ráðandi, máttu tiga, flýggja av landinum ella lata lív. Mentan, átrúnaður og politikkur hevði eitt og sama mál og var stýrt sama stað.
Miðøldin er ikki ein tíð, vit vanliga gera til fyrimynd fyri okkara samfelag. Vit tosa t.d. um at nakað er sum tann svarta miðøld, um út av lagið illa stendur til. Kortini var tað fyrsta eg hugsaði, tá eg læs brotið um mentan og list í stevnuskránna hjá Miðflokkinum, at hetta er at bumba mentanarpolitikk okkara aftur í svartastu miðøld.
Longu í fyrstu paragraffini stendur, at “mentanarpolitikkurin eigur at verða rikin samsvarandi kristna grundstøðinum.” Altso: Hvat mentan og list er, skal sambært Miðflokkinum avgerast í Løgtinginum!

Óhugnaligu paragraffirnar
Vit kunnu gjøgnumganga lógargreinarnar. Næsta greinin sigur, at “Flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan”. Altso: Ein sunn lívsáskoðan er javnsett við eina kristiliga áskoðan, og eftirsum tað bara er Miðflokkurin (flokkurin hjá kristnum samkomum í Føroyum), sum hevur hetta á stevnuskránni, so er ein sunn lívsáskoðan, altso tann lívsáskoðan samkomurnar hava. Eg veit ikki, hvussu hagtølini eru fyri átrúna í Føroyum, men tað er so ikki eitt fleirtal av fólkinum, sum er limur í samkomum. Altso Miðflokkurin vil stuðla sínum egnu!!
Grein trý: “Kristnar samkomur skulu hava góðar umstøður at virka í og hava loyvi til at arbeiða frítt eftir egnu sannføring og kunna ráða egnum viðurskiftum.” Jaso? Tær kristnu samkomurnar skulu sleppa at gera akkurát sum tær vilja og helst hava stuðul til hetta. Men hvussu sampakkar hetta við demokrati?
Og so hava vit grein fýra. “Samfelagið eigur at verja skrivi- og talufrælsið, men má mótarbeiða misnýtslu á hesum øki.” Men hvat er so misnýsla av skrivi- og talufrælsinum? Tað er lætt at lesa hetta sum, at øll nýtsla av skrivi- og talufrælsinum eigur at vera samsvarandi kristna grundstøðið. Er tað frælsið?
Men tað ringasta er eftir enn, nevniliga grein fimm: ”Niðanfyri endurgivnu orð Paulusar í brævinum til tey kristnu í Filippi vilja til allar tíðir vera virðilig sum mentanarpolitisk mál: "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!"
Altso: Føroysk mentan og list skal vera sonn og sámilig, rætt og rein og elskulig!! Og tað er Miðflokkurin sum avgerð, hvat hetta er.
Ímynda tær eitt samfelag, har øll mentan skal snúgva seg um tað fitta og elskuliga, tað sámiliga og tað reina. Hvørja list vildu vit havt? Vit høvdu sloppið at mála einglar, men ikki devlar, sungi í dur, men ikki í mol, skriva um kærleika, men ikki um hatur. Hvørjar søgur, hvønn tónleik og hvørjar myndir høvdu vit tá havt

Skýmingarløtu-mentan
Skulu vit trúgva tí, sum Miðflokkurin sigur, so eru allir føroyingar rætttrúgvandi kristnir, á teirra hátt at verða kristnir. Tey siga: Hvat fólk finna uppá privat, kann politiski myndugleikin ikki gera so nógv við, men tá vit fara eftir skattaborgarans peningi, skal peningurin sjálvsagt nýtast til virksemi, sum føroyingurin kann taka undir við.
Hervið er sagt, at tað einasta, sum fólk her á landi kunnu taka undir við, er slíkt sum er fitt og elskuligt og uppbyggjandi, stutt sagt ein “skýmingarløtu-mentan”. Her sipi eg til tær elskuligu, uppbyggiligu søgurnar í bókunum “Skýmingarløtan”, ið helst standa sum tann ultimativa bókmentagóðskan hjá Miðflokkinum.
Ímynda tær eitt samfelag, har øll mentan skal snúgva seg um tað fitta og elskuliga, tað sámiliga og tað reina. Hvørja list vildu vit havt? Vit høvdu sloppið at mála einglar, men ikki devlar, sungi í dur, men ikki í mol, skriva um kærleika, men ikki um hatur. Hvørjar søgur, hvønn tónleik og hvørjar myndir høvdu vit tá havt?

Bókmentir a la Miðflokkurin
Føroyingar vilja ikki lesa J.K. Rowlings, J.R.R.Tolkien, Philip Pullman, (tey skriva um hugflogsverðir, sum ikki byggja á kristna siðaarvin) Agathu Christie ella Dorothy Sayers, (har myrða tey fólk fyri eitt gott orð), Henry Miller ella Anais Nin (uha, tey eru so ólátað) og aðrar mætar rithøvundar. Milliardir av fólki í øllum heiminum kunnu altso mistaka seg, um hvat góðska er! Miðflokkurin veit best, hvat er góð mentan og hvat føroyingurin vilja hava.
40 bøkur á bókasavninum, høvdu føroyingar kunna lisið á føroyskum, 144 bøkur, høvdu vit tikið onnur mál við (allar skrásettar undir “kristiligar søgur”). Men í hesum reina og sámiliga mentanarlívinum, høvdu 40 bøkur helst eisini verið nóg mikið.

Myndlist aux Miðflokk
Føroyingar høvdu viljað og sloppið at hugt at myndum hjá t.d. Sigrun Gunnarsdóttur. Har sæst beinanvegin, at tær eru bæði kristiligar og uppbyggjandi. Michelangelo og aðrar klassikarar kundu teir so ikki hugt at, teir vóru kristinir og málaði átrúnaðarligar myndir, men teir vóru jú katolikkar! Helst høvdu føroyingar ikki so mikið sum kunna hugt at myndum hjá Ingálvi av Reyni, tí, hóast hann var av rættari trúgv, so sæst ikki týðiliga, hvat er í myndunum, og so ber jú til at ímynda sær hvat-tað-skal-vera! Fyri mín part kann eg siga, at ein skyldmaður og eg plagdu, tá vit vóru børn, at síggja eina rættiliga lítið ílatna gentu í myndini “Genta við vindeyga” hjá Ingálvi, meðan mamma hansara sá eina sera sámuliga gentu í somu mynd. Onkur annar kundi havt sæð okkurt heilt triðja og kanska minni kristilig í henni, tí tú skuldi hava gott hugflog fyri yvirhøvur at síggja gentuna.

Tónleikur v/ Miðflokkinum
Vaksnir føroyingar høvdu viljað lurta eftir Dupultkvartettini og børnini eftir “Eg eri ein K” og onkrum øðrum reinstemplaðum. Klassiskum tónleiki høvdu teir ikki kunna lurtað eftir, tí ein stórur partur av komponistunum eru ikki rætttrúgvandi og livdu helst ikki eitt rætt kristiligt lív, tak bara Mozart, (hann bæði drakk og skrivaði tónleik um harem (Die Entfurung) og annað ólív. Rocktónleikur hevði verið strangliga bannaður, um tað ikki vóru pent greiddir unglingar, sum skríggjaðu Jesus millum annaðhvørt orð, og jazztónleikarar, ja teir eru jú bæði ólátaðir og taka stoffir og eru heilt vist ikki rætttrúgvandi. O.s.fr. Country hevði helst sloppið innum perluportrið fyri tað mesta, tað nógva er av sama leisti sum “Skýmingarløturnar”.

Sjónleikur de Miðflokkin
Sjónleikur hevði ikki verið ein trupulleiki, sum føroyingurin skuldi taka støðu til, tí hann hevði ikki verið spældur aftur her á landi. Ongin sjónleikari við respekt fyri sær sjálvum hevur hug at spæla bíbliuleikir ella “Lítla Gutta” alla tíðina. (onki ilt um Lítla Gutta kortini J)

Frælsi d’Miðflokkurin
Nú sigur Miðflokkurin so pent: »Hvat fólk finna uppá privat, kann politiski myndugleikin ikki gera so nógv við.....« Altso, listafólk kunnu sleppa at gera, hvat teimum lystir, tí tað vildi helst verið eitt sindur ov ódemokratiskt at taka allan tann frælsa viljan frá fólki, men tey skulu bara ikki hava pengar til tað.
Nú eru fólk her í landinum (eg tori ikki longur at siga føroyingar, tí føroyingurin er so rætttrúgvandi, at man nokk ikki longur er partur av hesum bólki) ikki býttari enn fólk flest. Tey vita væl, at list ikki er nakað, sum tú verður ríkur av. Nevn mær EITT føroyskt listafólk, sum er millióningur! Nei, ha? Tú finnur onki.
Har eru lítlir og ongir pengar at tjena hjá teimum, sum fegin vilja nýta gávur sínar til at undirhalda og ríka lívið hjá øðrum fólki her á landinum.
At gera góða list krevur tíð og fyri at fáa hesa tíðina, so noyðist eitt lítið land sum Føroyar, at stuðla sínari list. Tú verður ikki úrmælingur av at arbeiða átta tímar hvønn dag við at skera fisk ella sita á skrivstovu og so nýta náttartímarnar (eftir at dagliga húsarhaldið er fingið til høldar) til at útinna tína list, hetta duga sjálvt tey góðtrúnastu skilja.
Og góða list vilja vit hava nú á døgum, tí vit fáa so nógva góða list uttanlands bæði gjøgnum miðlarnar, til keyps í handlunum og tá vit ferðast. Vit vita væl, hvat góð list er.
Vit fara ikki longur hvørt mansbarn av húsum, um eitt bygdafelag setur upp áhugaleik, nei, vit vilja, at leikarar okkara spæla eins væl og teir, vit síggja í sjónvarpinum og pallurin skal vera samsvarandi vælgjørdur. Hetta kostar pengar, nógvar pengar!
Men listafólk í Føroyum skulu ikki hava pengar til at gera góða list, um tey ikki »samsvara okkara kristna grundstøði«.

Tann svarta miðøldin
Eitt má Miðflokkurin gera sær greitt, og tað er, at um tann vanlukkan skuldi hent, at teir fingu nóg nógvar atkvøður til at gjøgnumføra valskrá sína á mentanarøkinum, so høvdu vit havt eina massiva útflytan, fyrst av listafólkum og síðani av øllum við hægri útbugving og øllum við einum sindri av viti í heysinum, tí tey høvdu ikki tímað at búð her, nú alt mentanarlív var sensurerað og vongskotið.
Men tað er kanska tað Miðaldarflokkurin vil. Avfólka landi fyri øll skilafólk, tí teimum einføldu er himmiríkið givið, ella okkurt slíkt stendur jú skrivað. Tey einføldu eru í hvussu so er øgiliga nógv lættari at billa alt møguligt inn og ræða til at tiga.
Miðflokkurin vil ikki, at mentanin og listin avspeglar veruleikan, sum hann er, soleiðis sum øll góð alheimslist onkursvegna ger. Nei, Miðflokkurin vil hava fitta og elskuliga list, líkamikið hvør sannleikin og veruleikin er.

Tann elskuliga Dolores
Miðflokkurin minnir meg mest um skaldsøgupersónin Dolores Umbridge, lærari í skúlanum Hogwarts, (sum jú eisini skal sensurerast burtur). Hon er so elskulig, so elskulig. Hon elskar ljósareytt og kettlingar á plattum, hon sigur, at onki ilt kann henda næmingum hennara (hóast øll við skili vita betur), og at tey ongantíð mugu lúgva, (les: siga nakað, sum hon ikki hevur loyvt teimum at siga). Tey skulu akta, verða góð og skikkilig uppá hennara máta. Gera øll sum Umbrigde sigur, so gongur alt gott. Sannleikin er bara tann, at Umbridge sjálv er ófatiliga ónd undir allari elskuligheitini, og at hon kávar út yvir sannleikan. Tey, sum ikki hugsa sum Umbridge verða revsaði.
Dolores Umbridge hevði stórtrivist í Miðflokkinum, har alt er fitt og elskuligt og tey, sum ikki síggja tingini við teirra eygum verða revsaði (les: fáa ongan stuðul).
Nú er tað tíbetur soleiðis, at Miðflokkurin ikki fær meira enn 3-4% av atkvøðunum og tí ikki kann gjøgnumtrumfa nakran elskuligheitsmentanarpolitikk, so hetta var sjálvandi bara eitt »worst-case-scenario«.

No comments: