Sunday, November 2, 2003

Eg meini tað: “Tað kann ikki vera okkara trupulleiki!”

Í løtuni eru øll rakt av tí, ella hava verið ella fara helst at vera næstu dagarnar, í hvussu so er pessimistarnir. Tað eitur influensa, ella beinkrím. Vit ganga runt og hosta, snýsa og fýsa okkara virus út millum hvønn annan, tað fer frá heimunum til arbeiðsplássini, til barnagarðarnar, til skúlarnar og aftur til heimini og so framvegis.
Og fyrr ella seinni hava vit brúk fyri lækna, tí tað varð til meira enn bara beinkrím. Kanska tí vit noyddust út fyri tíðina, ella bara ikki høvdu tol at gerast ordiliga frísk, áðrenn vit settu ferðina upp aftur.
Við 40° í fepri noyðist tú út í bilin (um tú hevur ein slíkan), ella í taxabilin (so tú fært smittað taxachaufførin eisini) og út til læknan, sum annars plagar at áleggja fólki at halda seg inni, tá tey eru so mikið sjúk. Ein tímas tíð í bíðirúminum at skifta um bakteriur og virus við hini neyðardýrini í somu støðu, ofta pinkubørn, ið næstan bara ana, so fyriløgst av fepri eru tey. Tá tú at enda sleppur til læknan verður tú kanska sendur í røntguna ella á labratorii ella í hvussu so er á apotekið, alt meðan tú framvegis hevur so nógvan febur, at tú nóg illa skilur, hvat læknin sigur, og avgjørt ikki ert forsvarligur í ferðsluni. At biðja nakran koyra fyri teg, ber næstan ikki til, makin er til arbeiðis og ommur og abbar ansa hinum krímsjúku heima, ella so liggja tey øll somul snýsandi og sveittandi í songini. Hevði tú ikki lungnabruna, áðrenn tú fórt heiman, er stórur møguleiki fyri, at tú fært tað á túrinum, og í hvussu so er hevur tú smittað eini fimm-tíggju ólukkudýr á vegnum.
Hetta er ein løgin skipan. Ein skuldi trúð, at tað í veruleikanum snúði seg um, at fáa so nógv fólk so sjúk sum til ber uppá so stutta tíð sum gjørligt, - og eg sum helt at sjúkrahúsverkið skuldi spara?
Yvirhøvur kenst tað ikki skilagott, at tað skal vera neyðugt hjá sjúkum fólkið at fara at søkja sær læknahjálp sjálvi. Læknin er frískur, og átti at veri tann, ið fór út. Eg veit væl, at tað ikki eru kommunulæknarnir sjálvur, ið skulu brigslast fyri hetta, teir eru ov fáir, arbeiðsbyran er longu ov stór, og tí hava teir fingið álagt hesa skipanina, men álvaratos, hetta er burtur úr vón og viti! At noyðast at sleipa eitt smábarn við høgum fepri og t.d. hálsbruna út í storm og regn í ein kaldan bil (um tú hevur ein slíkan). Ella t.d. um tú hevur eitt tímalønt arbeiði: Sjúkradagpening fært tú ikki uttan læknaváttan, men tú noyðist at fara til lækna og eini 2-3 onnur støð við øllum tínum fepri og sita og bíðja at fáa pening, - og álvaratos, har man vera meira enn ein, ið hugsar, at tá tú kanst fara 3-4 ymisk støð í býnum fyri at fáa allar váttaninar, ja, mundi tú so ikki eins væl kunna verið til arbeiðis?
Eg skal ikki lovprísa privatlæknaskipanin í øðrum londum, tí hon er dýr og ger mun millum rík og fátøk, men ein sannroynd er tað kortini, at har taka læknanir sær væl betur av tær enn í Føroyum. Teir hjúkla um kundar sínar, tí teir vilja helst ikki, at tey fara at nýta annan lækna. Teir geva sær góðar stundir at práta við teg til viðtaluna og koma beinanvegin rennandi alt samdøgri, bilar tær so mikið, at tú ikki heldur teg til at fara út. At teir so skriva eina digra rokning á vegnum út aftur, kemst so ikki uttanum, og bert ein góð sjúkratrygging kann loyva tær, at ringja eftir læknanum, tá á stendur. Hvørgar skipanir eru framúrskarandi, men tað mátti borið til at havt eitthvørt millum hesar báðar, tí vist er tað, at tað er ikki nøktandi, at jagstra sjúk fólk av songini til at søkja læknahjálp, og avgjørt ikki nøktandi at hoyra svarið frá læknaskrivararnum, tá tú sigur, at títt barn er sera sjúkt, tú sjálvur hevur fepur, at tú ikki hevur bil og ikki hevur nakran at vera inni hjá hinum børnunum: “Tað kann ikki vera okkara trupulleiki!”

No comments: